Góða ella góði tú, ið setir henda álvarsliga spurning!
Eg síggi fyri mær, at ein persónur er diddarak av etingarólag, har personurin fær alt ov lítið at eta t.v.s. fær ov lítla orku og tí forbrennur sín egna vevnað, fyrst feittið, so vøddar og eisini vevnað frá ymiskum kertlum, soleiðis at persónurin verður móður, veikur, nógvar funktionir i kroppinum vikna. Mánasjúkan steðgar oftast, viðkomandi kann missa hár, og kálkið kann fara úr beinagrindini soleiðis, at beinbrot koma lættari og mangt annað. Kroppurin er stutt sagt í negativari javnvág, og tað kann gerast vandamikið við at gøgnini svíkja, og í ringasta føri kann tað føra við sær hjartastopp og deyða.
BMI er vektin í kg. í øðrum dividerað við hæddina í cm. Mørkini fyri tað normala eru ikki fast definerað, men ofta verður sagt , at 17 ella minni er alt ov lítið og meira enn 27 er ov nógv. Minkandi kropsfunktionir byrja heldur ikki við eitt ávíst BMI. Tað er ymiskt, hvussu tungt ella kraftiga ein er bygdur, og kroppurin tolir ikki líka hjá ymiskum menniskjum. Ein kann bert verða tvingsils-innlagdur, um tað er vandi fyri lív og heilsu hjá viðkomandi ella tann “sjúki” er til vanda fyri onnur. Bert læknin kann avgera hettar og skrivar tá serliga váttan. Løgreglan verður kunnað og tann móttakandi læknin á sjúkrahúsinum skrivar eisini undir. Um tann sjúki ikki ger eftir boðunum, kann brúkast makt t.d. at løgreglufólkini brúka hondjørn og tann sjúki kemur á stongda deild og fær vætu og sondukost, eisini við makt.
Tíbetur er tvingsil ella tvingsils-innlegging, tá BMI er lágt etingarólag, sera sjáldsamt. Tann “sjúki” góðtekur vanliga innlegging, tá viðkomandi er vorðin nóg ússaligur.
Vóni hettar hjálpir tær!
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin