Hey ‘Bróst’
Nú skrivar tú ikki hvussu gomul tú ert, men tað er ymiskt hvussu leingi bróstini vaksa. Hjá summum vaksa tey til uml. 18 ára aldur, og hjá summum longri enn tað. Ofta vaksa bróstini til seinast í pubertetinum, og tað er jú eitt sindur ymiskt nær puberteturin endar fyri ta einstaku gentuna. So leingi kroppurin hjá tær annars er í vøkstri, kanst tú rokna við at bróstini eisini vaksa. Men hóast bróstini steðga við at vaksa, so kanst tú rokna við at tey broytast eitt sindur í skapi ígjøgnum lívið.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin