Search
Close this search box.
Hey! Eg eri ein genta sum leingi havi gjørt fimleik. Og nú er tað bara tað at eg fegin vil skifta yvur til eitt annað fimleikalið. Men eg eri bangin fyri at vinirnir byrja at hata meg av tí at eg flyti. Eg havi nervar til úttøkan byrjar. Hvat skal eg gera, fylgja dreyminum ella ikki?

Sjálvandi skal tú fylgja dreyminum. Tað tú kanst gera í tí sambandi, er at fortelja vinunum hjá tær, hvat tað er tú hevur hugsað tær, og hví tú vil flyta lið. Tá tær dámar so væl fimleik, so er tað umráðandi at tú eisini sleppur at royna teg og fylgja tínum dreymum og tað kanst tú gera, samstundis sum tú framhaldandi hevur eitt gott samband við vinfólkini. Tað kundi eisini verið eitt hugskot at sagt við venjaran og foreldrini hjá tær hvussu tú hevur tað við at flyta lið, hví tú velur at gera tað og hvørjar tankar tú hevur gjørt tær. Tað hjálpir ofta at vera opin og erligur, serliga tá man skal taka støðu til okkurt trupult og nýtt.

Góða eydnu við øllum!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…