Search
Close this search box.
Hey tit. Hettar er ein ordiliga góð ráðgeving.
Her kemur mín 
Eg havi ikki nógvir vinir. Eg siti næstan hvønn dag heima, aftaná skúlatíð. Eg eri sjáldan úti saman við vinum.
Tað virkar sum um at eingin leggur nakað í meg. At eg bara eri ein dukka, sum er til pynt. Eg følið meg einsamalla. Eg ynski mær eina góða vinkonu, sum eg kann fortelja alt fyri, og kann stóla uppá. Ein sum elskar meg so sum eg eri. Ein gentavinkona hjá mær, er fitt móti mær, men tað er slettis ikki altíð.. onkuntíð er hon ljót móti mær (helst tá hon er saman við ørðum), og sigur særandi orð, sum gera meg kedda. Eg havi vinir í einari arðari bygd, sum leggja nakað í meg. Men eg eri har so sjáldan. Míni foreldur tíma ikki at koyra meg hartil. Eg elski at vera har..
Hvat skal eg gera?
Takk fyri hjálpina.

Til tín, sum hevur brúk fyri hjálp.
Tað er ikki gott, at tú følir teg einsamalla, men tað er gott at tú skrivar til okkara. Vónandi kunnu vit geva tær nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa tær. Tú skalt vita, at tú ikki ert einsamøll um at hava eina kenslu av einsemi. Nógv onnur ung fortelja um somu kenslu. Tað er ikki altíð lætt at vera ungur, bæði kroppur og kenslur broytast – og hetta kann kennast bæði ræðandi og herligt. Tú sigur, at tú følir, at tú bara ert til pynt og at ongin leggur í teg. Hetta eru eisini kenslur, sum onnur í tínum aldri hava. Men hetta eru ikki kenslur, sum følast góðar. Tað er ikki altíð lætt at flyta til eina aðra bygd og burtur frá vinum og tí tú kennir. Men tú hevur eina vinkonu, sum tú sigur, er fitt við teg. Kanska kundi tú tosa við hana og fortalt henni, at tú verður særd, tá hon er ljót ímóti tær? Kanska hon so fer at broytast, ella kanska veit hon ikki altíð, at tú verður særd. Kanska hon eisini hevur nakrar av teimum somu kenslunum, sum tú stríðist við, og tit kundu tosa um tær. Nú veit eg ikki, hvat tey ungu í tíni bygd gera í frítíðini ella hvat tú kundi hugsað tær. Men nógv onnur ung fortelja, at frítíðarítriv, sum ítróttur, kór, skótar ella líknandi, hevði við sær, at tey fingu nýggjar vinir, fingu størri sjálvsálit og ikki kendu seg so einsamalla longur.
Bestu ynskir og skriva endiliga aftur, um tú ikki kanst brúka hesi ráðïni.

P.S. Kanska tú kundi víst vinkonuni hetta brævið – og so kunnu tit tosað út frá tí.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…