Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr
brúnettan
Spurningur:
Eg havi eitt mega problem.! Eg gangi à flokki við verðins fittasta dreingi. Eg havi sera heitar kenslur fyri honum og tað veit hann eisini gott! Tá eg segði honum tað, segði hann at tað var ok við honum og at hann eisini hevði havt heitar kenslur fyri mær fyrr. Eg havi dámt hann à helvtina av mÃnum lÃvið og vit eru mega góðir vinir, men problemi er at nógvar av hinum vinkonunum hjá mær dáma hann eisini. Eg helt at eg átti kjansin nú, men nú byrji eg at yvast. Skal eg virkuliga droppa hann tà hinar eisini dáma hann?? Sjálvt um eg havi strÃtst við at fáa hann sÃðan fyrstuferð eg møtti honum?? Hopi tit fáa givi mær eitt svar uppá mÃn spurning! :) P.S. eg havi ikk havt so stórar kenslur fyri øðrum dreingjum!
Svar:
Hey brúnettan! Â
Tað er eitt sindur serligt, at ein so ung genta vendir sær til okkara við einum trupulleikaspurningi sum hesum. Eg vil royna at hjálpa tær við tÃnum spurningi.
Tú greiðir frá, at tú leingi hevur ynskt at fáa hann, sjálvt um tit bert eru 13 ár.
Tá tú hevur strÃðst fyri at fáa hann, sÃðan tú sást hann fyrstu ferð, kann tað virka sum um at hann ikki er lÃka áhugaður à tær, sum tú à honum. Tú sigur, at honum dámdi teg fyrr, men hvussu eru hansara kenslur fyri tær nú? Tað snýr seg um, fyri teg, at finna út av hvat er millum tykkum bæði nú og ikki um, hvat vinkonurnar føla.
TÃnar kenslur fyri honum eru tÃnar og tær eru heitar, og hann veit, at tær dámar hann væl. Tú kanst gleðast um, at tú ert so glað fyri hann. Um hinar vinkonurnar eisini dáma hann, kanst tú hugsa minni um. Tað snýr seg um, um tykkum báðum dámar hvønn annan, um tit skulu halda áfram við at vera vinfólk ella um tit vilja ganga saman ella okkurt heilt annað.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin