Search
Close this search box.
Hey ..
Eg eri ein 15 ára gomul genta, og eg veit bara ikki hvat eg skal gera. Tí at tá eg var 12-13 ár hevdi eg bulimi. Og eg gavst so aftur tí at eg byrjadi at blíva sjúk. So nú.. fyri 5 mánaðum sídani byrjadi eg aftur. Mamma veit, at eg HAVI havt tad… ikki at eg havi tad.
Eg prøvi allatíd at gevast men tad heldur aldrin… Eg blívi vid at ætla mær at siga tad vid mammu ella babba, men so tá eg eri komin so langt, so komi eg í tankar um síðst eg segdi tad. Mamma fór at gráta, babba eisini. Oq alt var kaos. Men nú havi eg tad eisini so ringt heima. Mamma og babba láta sum um at eg ikki búgvi har heima longur! Gera mær ongan døgverða og eg gangi í skuúla frá 8 til 3 og arbeidi frá 4 til 12 um náttina. So eg havi faktiskt onga tíð til at vera saman vid vinum… uttan weekendir. Men eg veit ikki hvat eg skal gera!?
Hvat heldur tú ..?
Hjálp mær ..

Góða tú sum kallar teg ”bulimikarin”.
Takk fyri brævið. Tað er ordiliga gott, at tú hevur skrivað til okkara, tí tú SKALT hava hjálp, og tú skalt ikki verið einsamøll um trupulleikar tínar. Tað er týdningarmikið at tú sleppur av við bulimiina, og tú kanst vera stolt av, at tú hevur tikið fyrsta stigið og hevur skrivað til okkara.
At mamma og pápi tín vórðu kedd, seinast tú fortaldi teimum, at tú hevði bulimi, er sera vanligt. Eg rokni tó við, at tey høvdu verið nógv keddari, um tú IKKI hevði fortalt teimum tað. Men tú skrivar eisini, at tú nú hevur tað so ringt heima, og tá kann tað vera torført hjá tær at tosa við mammu og pápa tín um trupulleikarnar. Men tað er eisini týdningarmikið, at tú kennir teg væl heima og eisini hevur tíð at gera skúlating og vera saman við vinunum. So kanska kundi tú byrja við at tosa við onkran annan vaksnan, sum tú hevur álit á, og so kunnu tey hjálpa tær við at fáa eitt prát við foreldur tíni, so tú kanst fortelja teimum, hvussu tú hevur tað. Tú kundi til dømis ringt til kommunulæknan hjá tær ella tosa við flokslæraran. Um tú ikki kennir onkran ella ikki torir at tosa við nakran, haldi eg, at tú skalt ringja til ráðgeving okkara, telefonnummarið er 116 111, og vit hava opið mánadag og hósdag kl.14.00 -22.00.
Tað er eisini týdningarmikið, at tú ikki bíðar ov leingi við at tosa við onkran, tí jú fyrr man fær bulimi steðgað, tess lættari er tað at steðga tí.
Góða eydnu.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…