Góðan dagin ”bumsurin”!
Tín trupulleiki er, at tú í fleiri ár hevur verið plágaður av ringari húð, ella sum tú sjálvur kallar tað, bumsar.
Tað er vanligt, at tannáringar hava ringa húð í longri ella styttri tíðarskeið. Tað er orsakað av broytingunum, sum henda við skiftinum millum at vera barn, ungur og vaksin. Tað er so nakað, sum tú ikki kanst gera nakað við.
Tað er eisini ymiskt annað, sum er vert at hugsa um, og sum tú kanst gera nakað við:
-Heilsugóður matur er gott fyri tína húð.
-Gott reinføri er gott fyri tína húð.Tað eru nógv sløg av reinsievnum til júst tína húð.
-Nóg mikið av svøvni og hvíld er gott fyri tína húð.
-Tú sigur, at tú roykir og drekkur, og tað er ikki gott fyri tína húð.
Nú kanst tú sjálvur meta um, hvat tú møguliga vilt broyta fyri at royna at fáa betri húð.
Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin