Search
Close this search box.
Heyhey! Eg havi ein spurning til tykkum. Eg veit ikki hvat feilar mær? Eg havi høvupínu inn í millin, eg eti bara tvær ferð um dagin, eri móð og rættuliga sløpp fyri tíðuna, haldi eg havi tapt meg eitt sindur, kanska man ikki sær tað, men eg føli tað pá ein ella annan máta. Hvat kann vera grundin til hetta? i; Sjálvandi kunna tit ikki vita tað heilt sikkurt.. Men hvat kunnu hesi tingini vera tegn uppá? ella ja hvat kundi hetta ljóða sum? (: Takk fyri!

Hey Butterfly!
Tú greiðir frá nøkrum kropsligum teknum og kenslum, ið tú hevur, og at tú hevur tapt teg eitt sindur. Eg kundi hugsað mær at vitað meira um, hvussu tú annars hevur tað við tær sjálvari og øðrum. Um hvat tað er, sum ger, at tú bert etur tvær ferðir um dagin og um tað er okkurt, sum ger, at tú ert móð, altso um tað er nakrar kensluligar broytingar og um nakrar broytingar eru hendar í tínum lívi í seinastuni. Tá tú bert etur tvær ferðir um dagin, er tað ikki løgið, at tú blívur móð og slapp, og at tú tapir teg. Eg rokni við, at tú væl veitst, at tað ikki er sunt bert at eta so fáar máltíðir. Tú sigur einki um, hvat tú etur til hesar máltíðir, men innihaldið er eisini avgerandi, um tú fært orku av máltíðini ella missir orku. So eg vil ráða tær til at eta fleiri máltíðir, við heilsugóðum mati, so sum grønmeti og frukt, myrkum breyði og góðum viðskera og vanligum døgurðamati. Sjálvandi kanst tú eisini eta søtmeti við máta. Tú sigur einki um tína vekt og hædd og um tú heldur teg viga ov nógv ella ov lítið, men um tú hevur brúk fyri at tapa teg ella at taka uppá í vekt, kanst tú fáa vegleiðing frá einum heilsufrøðingi ella lækna. Tað loysir seg at fáa hjálp frá øðrum fram um at standa sjálvur við trupulleikanum.
Alt tað besta!

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…