Search
Close this search box.
Hey takk fyri ein SUPER  góðan brævkassa. Nåh men hetta er mítt spursmál: Eg havi ein vin, sum er fitt inn ímillum. Eg veit ikki um hon er so ógvuliga fitt tí at hon spottar allir mínir góðu vinir út og tað er MEGA irriterandi. Og tá ið eg sigi tað við hana FLIPPAR hon ÚT. Hon er slett ikki fitt, men problemið er at hon gongur í sama flokki sum eg, so at eg síggi hana hvønn dag. Hvat skal eg gera?

Hey!
Vit her í ráðgevingini eru sera glað um, at tú heldur at brævkassin er super. Tú ert hørm um, at ein vinkona spottar onkra aðra vinkonu og tað roynir tú at fyribyrgja, við at siga tað við vinkonuna sum spottar, og tað er gott. Vinkonan sum spottar tekur tað nær og tað er heilt nattúrlig og vanligt. Orsøkin til at hon flippar so út er ivaleyst at hon kennir seg rakta. Óivað veit hon innast inni væl, at tað er skeivt at spotta sínar vinkonur, men kanska kann hon ikki lata vera, tí at hon hevur brúk fyri at hevja seg sjálva. Eg skilji brævið soleiðis, at tú faktisk dámar hesa vinkonuna rættuliga væl hóast alt, og tit ganga eisini í flokki saman. Nú komi eg við einum ráði sum tú møguliga heldur vera løgið og strævið: Royn tú í nakrar vikur at rósa vinkonuni sum spottar. Royn at fáa hana at kenna seg væl, soleiðis at hon verður glaðari fyri seg sjálva. Royn at gera tað til vana hjá tykkum øllum, at vera góð við hvørja aðra og royn at at venda negativum samtalum til okkurt positivt og stuttligt.
Góða vinkona, eg veit at eg nú gav tær eina ordans uppgávu, men tað er eisini upp til tín, um tú vilt fylgja hesum ráði. Mest av øllum ynski eg at tú ikki heldur, at tú hevur skyldina av at vinkonan ger sum hon ger. Um tú ikki heldur at hetta svarið er gott, kanst tú altíð skriva aftur til okkara.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…