Spurnarkassin: Genta, 24 ár spyr

Depressión

Spurningur:

Ja, navni sigur tað sjálvt,depression, havi følt meg tungan og móðan leingi, hevur virka sum okkurt hevur veri galið, gangi alla tíð við ringum nervum, kedd, eg grenji og øsi meg lætt upp, tað er so hvørfall tað sum sjeikurin hjá mær sigur. Eg hav roynt at tosa við hannn, men tað er ringt, hann er sjálvur akkurát komin burtur úr einari ringari depression, tað einasti eg fái at vita, tá eg havi brúk fyri honum, er hvussu gott eg havi tað," tú ánar ikki hvussu gott tú hevur tað góða" " tú liggur bara og slappar av tá tú ert liðug til arb" " tú fart alt tað tú vilt" og annað, ja, tað er ikki mítt problem at hann hevur valt lívið sum sjómaður. Eg eri bara so troytt av at hoyra orðini, tú hevur tað so gott! tú veitst tað bara slet ikki ! .. Eg eri næstan liðug við mína lærutíð,sum er ræðulig,hevði eg kunna fari aftur í tíðina hevði eg ongantíð fari í læru…. Pápi mín frá mammu mína tá eg var 2-3 ár, mamma stóð eftir við 3 børnum, hoyrdi ongantíð frá pápa aftur, mamma fekk ein annan sjeik, tá eg havi veri 8 ár, tey fingu ein son, alt gott um tað, maðurin var misbrúkari av rúsevni, so tað var ongantíð friður, eg tordi ikki heim, aftaná skúla,tí eg visti antin fekk eg skeld ella skuldi eg spæla sum um eg var mamma. Mamma fekk stress og maðurin blakaður út, og so stóð hon eftir við 4 børnum. Sum 15 ára gomul byrjaði eg at drekka illa, gekk í býum og oyðilegði nógv fyri meg og míni vinfólk. Tá eg endiliga fekk stýr uppá lívið, fann ein fittan sjeik, men  men ! Hann var ótrúgvur, við einari vinkonu hjá mær og eg datt aftur í felluna, tá ið eg aftur, nøkulunda var komin upp á beinini aftur, doyði mín besta vinkona gjøgnum 13 ár bert 21 ára gomul, og eg bleiv við barn og misti tað. Endiliga fann eg ein fantastiskan mann og vit havi veri saman í gott 2 ár. Hann hevur hjálpt mær alt tað hann kann, sjálvt um hann hevur havt depression og hevur eina ringa fortíð verri enn man kann ímynda sær: Nåh men,so skulu vit fyri hálvum ári síðani til ein jarðarferð hjá abbanum. Pápin hjá pápa mínum. Eg síggi so pápa fyri fyrstu ferð aftur í áravís,og blívi so rasandi,og ALT sum eg havi verið ígjøgnum fyri koma her til sum eg eri í dag. Tankin um, at hann hevur siti í KBH og við sínum pengum og konu og nýtt lívi!, men einki hevur gjørt fyri at hjálpt mær, ongantíð spurt hvussu eg havi tað ella nakað. Hvar var hann tá ið eg bleiv misbrúkt, tá ið eg var bangin, tá eg var sjúk, tá ið eg græt, tá ið eg var bleiv konferimera, tá eg var liðug í fólkaskúlanum, FHS, HF, tá eg bar mína bestu vinkonu til jarðar ? Hvar var hann tá ið eg hevði brúk fyri honum mest? .. síðan tann dagin hevur alt bara alt gingiå soo illa, og eg føli altíð ein øði inní mær, eina øði sum aldrin fyrr havi havt, eg eri glað,eg havi tað eg vil, skúlan, sjeikin, íbúðina, bilin, liðug at læra um hálvt ár thank good! men, tað er okkurt sum tekur meg niður alla tíð. Eg eri bangin, um sjeikurin ikki svarar á skypefb ella um telefonin er sløkt. Eg klári tað ikki, til tað úrslit at veri óð og hann ireterraður. Eg veit hví hann ikki kann hava kontakt við meg altíð,men tá tað sker, so klári eg ikki at hugsa um veruleikan, men ímyndi mær alt møguligt... ja! .. umskylda,hatta var eingin spurningur, bara brúk fyri at lufta út. Eg havi tikið eini 5 testir á netinum og allir svara tað sama eg havi depression, sjálvt um eg ikki vil, hvussu fari eg og tosi við eina lækna ? Skal ein bara ringa so hey eg haldi eg havi depression ? kundi hugsa mær hjálpt, uttan tablettir ! nei eg veit ikki.huff .. .. hvussu er,tá ið man skal til sálarfrøðing, skal eg betala alt, ringja sjálv, hvussu skal eg fyrihalda mær? Svar

Svar:

Góða genta,
Takk fyri eitt sera greitt bræv.
Tú hevur verið ígjøgnum nógv bæði sum barn og ung, so tað er ikki løgið um allar hesar umstøðurnar hava gjørt at tú hevur fingið eina depressión.
Eg fái varhugan av at hetta brævið sum tú sjálv hevur skriva hjálpir tær á leið. Nú veit eg ikki um hetta er fyrstu ferð tú leitar tær hjálp í samband við tað tú hevur verið ígjøgnum. Um hetta er fyrstu ferð, so er hetta ein stórt og flott stig hjá tær.
Tú sigur eisini at tú vildi ynskt at komi víðari uttan heilivág, tað vísur at tú ert ein serkur persónur sum fegin vil liva og koma víðari.
Í tínari søgu eru nógv ymisk ting sum tú uttan iva hevði gott av at tosa við onkran um. Tú tekur samanum við at siga at tú hevði brúk fyri at lufta út. Tað er sera umráðandi at hava onkran at tosa við um síni viðurskifti, og ikki minst onkran sum vil lurta eftir tær.
Um tú ynskir, so ert tú vælkomin inn á gólvið til eitt prát um tað sum tú hevur hug til, alt er sjálvandi í trúnaði. Vit veita ikki sálarfrøðiliga viðger, men eru altíð til reiðar um onkur hevur tørv á at tosa við onkran. Um tú metir teg hava depressión ella tunglyndi skalt tú ringja til tín kommunulækna og greiða læknanum frá um tína søgu. Síðani er tað møguligt at tú fært eina tilvísing til ein sálarfrøðing. Her mást tú sjálv gjalda 450 krónur fyri hvønn tíma hjá sálarfrøðinginum.
Tú hevur longu tikið eitt stórt fet á røttu leið, so her er bati at heinta.
Tú kanst altíð ringja til okkum á 116 111 ella skriva til Barnabata  um tú vilt tosa við okkum.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin