Góða genta.
Tað var gott vit kundu hjálpa. Eg fari at gera eina roynd at svara tínum brævið so gott eg kann.
Tá børn missa foreldur so tíðliga sumið tínum førið, skilja tey ikki hvat er hent. Børn skilja ikki tað endaliga við deyðanum og tískil ei heldur, at tann deyði aldrin kemur aftur. Hetta ger eisini, at børn reagera seinni uppá missin og uppliva sorg seinni enn t.d. ungdómur ella vaksin. Tað ljóðar sum hetta ger seg galdandi fyri teg, soleiðis at tú seinni í tínum lívið (tíðliga í ungdómslívið tínum ) upplivir saknin og sorgina eftir, at mamma tín er deyð, og tað er væl skilligt. Hetta er rættiliga vanligt, tá tú so ung, tá mamma tín doyði, og allir tínir tankar, sum t.d. at mamma tín ikki fer at uppliva teg blíva lidna við fólkaskúla ella at síggja tíni børn, eru tískil eisini vanligir tankar, tá ein hevur mist foreldur. Hetta ger teir tó ikki lættar at hava við at gera, og tí er tað gleðiligt, at tú gongur í sorgarbólk. Sorgarbólkurin kann hjálpa tær við kenslunum og tonkunum, ið tú skrivar her, sum t.d. at tú ikki veit, hvussu tú skalt tosað um títt deyða systkin ella sjeikin hjá mammu tíni ella at tú upplivir at vera øvundsjúk uppá aðrar familjur, ið hava bæði foreldur. Eg vil tí ráða tær til at lufta hesar tankar við tín sorgarbólk, tí tað kann geva tær innlit í nøkur ting, ið tú kanska ikki ert før fyri at síggja sjálv í núverandi støðu. So fari eg eisini at siga tær, at hóast tú upplivir ikki at orka meira ella ikki at hava hug at liva, so er tað umráðandi, at tú veitst, at tá tað kemur til sorg og tað at missa foreldur, so verður tað betri við tíðini. Hetta kann ljóða kalt og óveruligt, tí tað kann tykjast heilt ógjørligt, at ein fær tað betri og verður førur fyri at vera glaður aftur, men tað verður betri. Sorgin verður altíð ein partur av tínum lívið og saknurin eftir mammu tíni verður nokk ikki minni, men tað verður øðrvísi við tíðini sum tú arbeiðir við sorgini. Tí mást tú royna at brúka sorgarbólkin so gott tú kann. Tey eru ógvuliga dugnalig og hava hoyrt nógv gjøgnum ár og dag, tískil finnast tað ikki evnir, ið ikki eru loyvd at tosað um. Hetta hava tey allarhelst eisini fortalt tær, tá tú byrjaði, men royn at tosa opið í sorgarbólkinum og fortel um tínar kenslur og tankar, hóast hetta kann vera torført. Opinleikin í sorgarbólkinum og tað at vera saman við øðrum, ið eisini hava mist, kann koma at fáa avgerandi týdning fyri, hvussu tú handfer teg sjálva og truplar støður í tínum lívið framyvir.
Eg fari tó eisini at biðja teg gera nakað annað, tí tú cuttar og ivast um tú ert deprimera. Tosað við ein vaksnan, ið tú hevur álit á. Fortel viðkomandi, at tú ikki hevur tað gott og royn so gott tú kann at vera erlig um tína cutting og um tínar tankar um eina møguliga depressión. Tú kanst evt. tosað aleina við bólkaleiðarin í sorgarbólkinum, og fortelja viðkomandi um tína støðu, men tað besta hevði verið, um tú fór til tín lækna. Læknin er ein av teimum, ið best kann meta um tú hevur eina depressión og hannhon kann eisini hjálpa tær til at fáa onkran at práta við um tínar trupulleikar, um tú hevur brúk fyri hesum.
Skuldi tað verið nakað annað ert tú altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin