Search
Close this search box.
Eg haldi eg eri blivin deprimeraður hettar er hent yvur seinastu dagarnir, eg havi følt meg keddan allatið og eg havi ongan energy sjálvt um eg sovi 10-12 timar um dagin. havi googla eitt sindur um tað og tiki nakrar testir og allir siga at eg eri deprimeraður. Eru tað nakrir psycholog i føroyum ?  

Hey tú, ið heldur, at tú ert deprimeraður!
Eg vil fyrst takka tær fyri brævið. Gott at tú hevur orku at skriva til okkara og at kanna á netinum, hvat tað er, sum feilar tær. Tú sigur lítið um tínar umstøður, og um nakað er hent, sum hevur gjørt teg keddan. Tú sigur, at tú hevur verið keddur í nakrar dagar, og at tú ikki hevur orku til nakað serligt annað enn at sova. Tær royndirnar, sum tú hevur tikið á netinum peika á tunglyndi, men eg veit ikki, um tær eru eftirfarandi. Her hugsi eg um góðskuna av royndunum og hvørjar heimasíðurnar eru, har tú hevur funnið tær á.

Tað eru nógvir sálarfrøðingar í Føroyum. Teir flestu finnur tú, við at fara undir www.psykolog.fo Har stendur ymiskt um teir ymisku sálarfrøðingarnar og kostnaðurin fyri hvørja viðtalu hjá hesum sálarfrøðingum er tann sami. Á heimasíðuni sæst ikki, hvør kostnaðurin er. Tá tú ert 17 ár, hava tíni foreldur enn ábyrgdina av, at tú hevur tað gott, og tí kunnu tit saman ella kanst tú sjálvur venda tær til Barnaverndartænastuna í tínum øki, so at tey kunnu lurta eftir tær og siga tær, hvørja hjálp, ið tey kunnu bjóða tær. Tað kann t.d. vera at tosa við ein sálarfrøðing, ið arbeiðir har, ella kann tað vera, at tey finna eina aðra loysn, ið tú verður nøgdur við. Tað kann vera, at tey mæla tær til at fara til lækna, og tað kann eisini vera, at tíni foreldur meta, at tú fyrst skalt fara til lækna, so at hann kann staðfesta, um tú hevur tunglyndi ella ikki.

Tú ert 17 ár, so tú kanst taka nógvar avgerðir sjálvur, men tað er eisini umráðandi, at tú ikki gongur einsamallur við tínum tankum, tá tú ert keddur. Tá er gott, at tíni nærmastu ella onnur kunnu hjálpa tær, so at tú fært tað gott aftur. Tú ert vælkomin at kjatta ella tosa við okkum aftur.

Tað er helst gott hjá tær at seta orð á støðuna og kenslurnar.

Góðan bata! Tú & Eg Ráðgevingin   

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…