Search
Close this search box.
Hey eg eri ein genta, eg havi STÒR problemir. eg tori ikki at siga tad vid nakran. Og eg havi ta inni i mær sjálvari, og eg klári ikki at halda til tad longur. eg veit ikki hvat eg skal gerda, eg havi gyngi til 5 sálarfrødingar, men eingin av teimum hava rigga. eg havi kempistór problemir, og tey taka meira og meira pláss inni í mær. eg føli at eg ikki kenni meg sjálvan. tad er akkurát sum eg ikki veit hvat mín veika sída er og hvat mín sterka sída er og havi næstan ikki skil á mínum følilsum longur, eg meini, eg veit ikki hvat eg føli, altso tá eg eri kedd, so veit eg ikki um hvat, for eksempil, so hvissi nakar sær at eg eri kedd og tey spyrja, hvt feilar so svari eg, eg veit ikki. og so er tad sum um eg felli meir og meir vekk frá mínari fam. Eg búgv í einari íbúd saman vid mammu míni. og eg havi lagt merkis til at øll i minari fam. ringir til hana. men hvissi tad skuldi hugsast at mamma min ikki tók tlf. so ringja tey til mín og spyrja eftur mammu míni er tad nakad sum eg kanska sjálv kann hava skyldina í ?? eg havi brúk fyri rádum til míni problemir, eg eri soooooo despirat eg bidi tykkum tit muga svara mær s skjótt sum tilberd. so erteru tittú bara einnakrir skatturskattar

Góða tú, sum hevur desperat brúk fyri hjálp!
Tú skrivar nógv í tínum brævi, men tá eg lesi títt bræv, er tað allíkavæl torført at siga, hvat tín trupulleiki er. Tú sigur, at tú hevur stórar trupulleikar, sum fylla meira og meira inni í tær, at tú hevur torført við at halda skil á kenslunum, men so sigur tú eisini, at tú hevur verið hjá 5 sálarfrøðingum, og at tað ikki hevur hjálpt tær. Tað ljóðar sjálvandi ógvisligt, men hevur tú gjørt tær heilt greitt, hvat tað er, tú vilt tosa við sálarfrøðingin um? Tað er torført at hjálpa tær, um tú ikki sigur, hvat tað er, sum er galið. Royn at skriva tað, sum er torført fyri teg, niður á eitt pappír ella tak hetta brævið, sum tú hevur skrivað til okkum,  við til sálarfrøðingin, tá tú fert til hannhana. Eg haldi, at tað ljóðar, sum at tú skalt halda fram hjá sálarfrøðinginum til tú fært ta hjálp, sum tú hevur tørv fyri. Um tú ert givin at ganga hjá sálarfrøðinginum, kundi tú farið til læknan fyri at vita, um hann kann siga tær, hvar tú skalt fáa tær hjálp. Tú býrt saman við mammu tínari, og eg hugsi um, hvat hon heldur, at tú skalt gera. Tú sigur, at tey sum ringja til mammu tína ikki ynskja at tosa við teg. Men hvør er tað, sum ringir til mammu tína, eru tað hennara vinfólk? So er tað kanska ikki so løgið, at tey vilja tosa við hana og at tað onki hevur við teg at gera. Tað kann so ikki vera tín skyld, hvat tú so enn meinar við tað. Fyri okkum í brævkassanunum er tað torført at hjálpa tær, tá vit vita so lítið,  men um tú ynskir tað, ert tú vælkomin at skriva aftur.

Blíðar heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…