Hey hey tú, ið ert desperat eftir at blíva forelskað!
Tað er heilt vanligt, at vit gjarna vilja hava ein annan at deila lívið við. Tá vit hugsa nógv um okkurt ávíst, so sum at man ikki hevur ein sjeik ella damu, so er tað typiskt, at man sær pør allastaðni. Tað er tó heilt vist fleiri gentur, ið heldur ikki hava ein sjeik.
Tú sigur, at tú følir teg desperata. Tað kann man gott føla, tá man so gjarna vil hava okkurt. Tí roynir tú kanska eisini at koma í samband við dreingir, sum møgulia havafáa tín áhuga. Tú skrivar eisini sjálv, at tú ikki hevur havt kenslurnar fyri nøkrum, men saknar bara at hava ein.. og ert desperat.
Eitt forelskilsi hendir bara, og tað er bara at lofta tí, tá ið tað kemur. Tað er gott, at tú ert tilvitað um ikki at vera ov desperat. Tað kann kennast ræðandi og hava øvuta ávirkan, um tú ert ov desperat…..Tað er í hvussu so er ikki besta fortreytin fyri at tað skal eydnast hjá tær, í hvussu so er at finna tann rætta at deila lívið við… um tú ert ov desperat… so best er helst at vera eitt sindur tolin og halt áfram at vera tú og njóta lívið, at vera saman við fólki, í felagsskapi, til tiltøk o.m.a., sum tú tímur.
Tað, at tú roynir at vera tú sjálv og hava tað gott við tær sjálvari, er rættiliga gott. Um tú hevur tað gott við tær sjálvari, er størri møguleiki fyri, at onnur eisini fara at hava tað gott saman við tær.
Tað er eisini í lagi at tora at skriva ella at tora at taka stigið og vísa áhuga…um áhugin hjá tær knappliga skuldi komið fyri einum….
Góða eydnu!
Vinarliga
‘Tú & Eg ráðgevingin