Search
Close this search box.
Hey! Eg ivist í um eg havi sukursjúku.. Eg veit, at abbi hevur sukursjúku, og onkur abbadid ella ommudid hevur eisini sukursjúku, men eg veit ikki um tað er typa 1 ella 2… Eg eri ofta troyttur, og ofta nokkso tystur, og av tí pissið eg ofta. Eg mungi eisini øguliga nógv eftir bomm, men eg royni at lata vera, men halt kjaft, tað nýttar einki. Eg klári ikki at lata vera. Og so einaferð tá ið heilsusysturin kannaði blóðsukuri hjá okkum, hevði eg næst lagsta. Eg minnist ikki heil, men tað var 1 komma eitt ella annað. Hon bað meg siga við mammu at eg mátti fara til læknan at fáa hetta váttað. Men hon er so skít býtt, eg sigur at mær feilar einki. Halda tit at tað er tann reini indbillingur hjá mær, ella burdi eg veruliga fari til lækan at fáa hetta vátta ella avvátta?

Hey hey!
Tað er torført at siga út frá tínum brævi, um tú hevur sukursjúku ella ikki. Um tú ert í iva ella hevur varhugan av, at tað kann vera tað, so skalt tú ikki ivast í at fara til læknan. Tá nú heilsusystirin eisini hevur sagt við teg, at tú eigur at fara til læknan, so er tað, tað einasta rætta at gera. Eitt blóðsukur-tal uppá 1 komma eitt ella annað er ov lágt, hvat orsøkin so kann vera. Tú kanst fara til læknan einsamallur, og tað er ikki neyðugt, at foreldrini eru við. Tú skalt bara bíleggja tíð áðrenn. Men um tað er so, at tú hevur sukursjúku, er tað gott at ein av foreldrunum eru við, tí tað kemur at ávirka alla familjuna á so nógvum økjum, sum til dømis við kostinum og hvussu lívsstílurin annars eigur at vera. Tá ein hevur sukursjúku, er blóðsukrið oftast hægri enn tað vanliga er. Sum tú sjálvur nevnir, eru tað 2 sløg av sukursjúku. Typa 1 tá kroppurin manglar hormonið, sum kallast insulin. Og typa 2 tá ov lítið insulin verður gjørt í búkspýttkertilinum. Eyðkennini við sukursjúku eru: tosti, tú drekkur nógv og ofta og kastar tær ofta av vatninum, møði, orkar onki og ert óupplagdur, ofta latnar tú og hevur niðursettan matarlyst, og kann hava skriða í húðini og í slímhinnunum, serliga í neðra. Viðgerðin er at broyta kostin og insulinviðgerð, sum ofta er við sproytu ella tablettum ella við  bæði sproytu og tablettum. Tað hevur eisini nakað við hvussu nógva motión, tú skalt hava o.s.fr. Vónandi er hetta eitt nøktandi svar og sum sagt er tað eitt gott hugskot at fara til læknan.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…