Hey (: Takk fyri eina super heimasíðu! Ein vinkona hjá mær stingur fingurin í hálsin og spýr, hví ger honfólk tað..? Hon sigur bara at hon ikki veit hví… Er tað nógv at gera tað ca. eina ferð um dagin? Tað ger hon. Fyrr gjørdi hon tað ca. tríggjar ferðir um dagin. Kunnu tit ikki skriva eitt sindur um at stinga fingurin í hálsin? Takk :D

Góða Diddan.
Tá fólk spýggja dagliga, sum vinkona tín ger, so er tað aloftast tí tey hava bulimi. Bulimi er ein av sjúkunum sum vit kalla etingarólag. Anoreksi er ein onnur. Tey sum hava bulimi og spýggja, gera tað sum oftast tí tey ikki vilja taka uppá í vekt. Tað er ikki gott at spýggja hvønn dag, og fleiri ferðir um dagin, tí tað kann hava álvarsligar avleiðingar. Eg eri glað at hoyra, at vinkona tín ikki spýr so ofta longur. Men eg haldi, at onkur vaksin burdi fingið at vita, at hon ger hetta, tí etingarólag er vandamikið, og hon skal hava hjálp, um tað er tað, sum henni feilar, tí tað er ikki altíð lætt at sleppa burtur úr slíkum sjálvur.
Tíverri hava vit einki um etingarólag á okkara heimasíðu, men tað kemur sikkurt onkuntíð í framtíðini. Men inni á heimasíðuni www.spiseforstyrrelser.dk kanst tú lesa meira um bulimi og onnur sløg av etingarólag.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg