Góði tú,
Takk fyri brævið! Eg skilji væl, at man kann føla seg ósikkran um kroppin hjá sær, tá man er tannáringur. Serliga er støddin á penis nakað, sum fyllur nógv í tonkunum hjá dreingjum og monnum.
Støddin á penis er sera ymisk. Flestu dreingir og menn hava ein penis sum er ímillum 14-16 cm til longdar. Tó skal sigast, at penis ikki er fullvaksin fyrrenn um 17 ára aldur. Eisini skalt tú minnast til, at tú ert “bert” 13 og stendur tí enn í vøkstri, so bæði penis og tú fara í gjøgnum nakrar broytingar næstu árini. So eg haldi ikki, at tú skal vera so bangin um, at hann er ov lítil.
Tú skrivar, at tú ikki trýrt upp á, at støddin einki hevur at siga, og at genturnar siga tað sama, men kortini ivast tú. Har vil eg bert siga, at tað er altso rætt, støddin er ómetaliga sjáldan avgerandi fyri, um man hevur eitt gott kynslív. Tað er nemiliga nógvir ymiskir mátar at hava samlegu uppá, sum er gott fyri báðar partar.
Man skal eisini verða varðin við at samanberða seg sjálvan við aðrar dreingir og menn. Tað er nevniliga ymiskt , hvussu nógv penis veksur, tá ið ein fær standing. Penis kann vaksa alt frá 0-15 cm frá at vera slappur til tá hann verður stívur. Oftani er tað soleiðis, at ein minni penis veksur meira enn ein stórur penis.
Um tú skilur dankst, kann tú lesa meira her: http://www.sexlinien.dk/emneside-drenge/maends-kroppe/pikstoerrelse.aspx.
Eg vóni at svarið hjálpti. Tú ert eisini vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin