Search
Close this search box.
min pissiling strongurband er for lítið , ella tá hann ikki er stívur fáaði eg hann heilt niður men tá hann er stívur fáaði eg hann ik heilt niður , er tað normalt tá man er 12 ár ?

Hey drongur 12 ár, pissilingur
Takk fyri brævið – Tað er gott tú tekur hetta evnið upp, tí tað eru nógvir dreingir, ið uppliva tað sama sum tú – teir hava ilt við at fáa forhúðina aftur, tá penis er stívur (penis = latín fyri pissiling).
Út frá tí tú skrivar, kundi tað ljóðað sum tú hevur nakað tronga forhúð – og tað er rættiliga vanligt.
Tað er ymiskt, hvussu álvarsamur hesin trupulleikin  kann vera, og tað eru fleiri mátar at viðgera trupulleikan uppá.
Ofta hvørvur trupulleikin av sær sjálvum, tá dreingir koma í kynsbúningaraldurin (pubertetin).
Ert tú ikki komin í kynsbúningaraldurin enn, kanst tú bíða eitt sindur tyri at vita vita, um tað lagar seg av sær sjálvum.
Um tú ert komin í kynsbúningaraldurin, og hevur stórar trupulleikar av hesum, er frægast, at tú fer til læknan, so tit saman kunnu finna bestu loysnina.
Tú mást ikki skammast av at fara til lækna! Læknin er vanur við slíkt. Tú skalt heldur ikki ræðast at fáa ilt. Læknin hevur sæð trupulleikan ofta fyrr, og veit hvat er best at gera – alt eftir hvussu álvarsamt tað er í tínum føri.
Tú kanst altíð seta teg í samband við heilsusystrina í skúlanum, um tú hevur tørv at tosa við onkran um trupulleikan. Tú kanst eisini lesa meira um trupulleikar við ov trongari forhúð á www.sexlinjen.dk. Leita t.d. undir ‘forhudsforsnævring’!
Vónandi gongur tað tær væl.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…