Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Drongur
Spurningur:
Hey tit :) Eg vil gjarna spyrja, um dreingir ið íðka ítrótt, serliga fótbólt, hava nógvan kjans fyri at gentur dáma teir? :I Eg sýggji tað ofta, at tað serliga eru dreingir ið sparka fótbólt ið ganga runt saman við gentum, fríggja o.a. tílíkt... Mítt problem er, at eg spæli nógv teldu... sjálvt um eg hati tað, so klári eg ikki at lata vera...eg vil meeeeeeeega gjarna gera okkurt við tað, men simpulthen klári ikki... eg veit ikki hvat eg skal gera...eg hopi tit kunnu hjálpa mærJ (:
Svar:
Hey drongur.
Eg haldi at hetta er ein sera góður og viðkomandi spurningur. Eg vænti at nógv ung hava tað sum tú, nevniliga at tey sita mest inni, tí at tey ikki rættuliga finna nakað annað sum tey tíma orduliga væl.
Tað er einki galið við telduni. Men, tá tað fellur okkum lættari at samskifta við menniskju ígjøgnum telduna, heldur enn í veruleikanum, ja tá er tíð uppá at reisa seg. Og tá tað er stuttligari at spæla við telduna, enn at vera saman við veruligum livandi menniskjum, ja tá er eisini tíð uppá at reisa seg. Alt hetta veist tú sikkurt væl. Eg haldi eg merki, at tú ert ein lívligur og glaður drongur, hóast alt. Tú skalt út at vísa fólki, at tú ert til og at tú ert við uppá tað. Nú veit eg ikki, hvaðani tú ert og hvørjir møguleikar eru har tú býrt, men um tú ikki tímir at spæla fótbólt, hvat so við at fara í kvøldskúla? Til dans, trummur, tekning, matgerð, bridge ella okkurt annað sum kann imponera damir? Og fá ein vinmann við. Tað er altíð lættari at vera fleiri.
Eg veit ikki heilt, um fótbóltsspælarar eru serliga poppulerir hjá gentunum. Møguliga, men teir eru eisini í einum felagsskapi, sum dregur nógv fólk til sín. Har er lív og spenningur og tað ávirkar teir og teirra umhvørvi. Teir eru simpulthen í venjing við at umgangast fólk.
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin