Spurnarkassin: Genta, 16 ár spyr
Drongur
Spurningur:
Heeeey tit :) Eg havi ein spurning sum eg ofta seti mær sjálvum. Er tað normalt at fleyga sær, so nógv sáð kemur út næstan hvønn dag? Og kann tað vera farligt? Plizz svara skjótt :)
Svar:
Halló Drongur!
Tað er normalt at fleyga sær. Summir dreingir fleyga sær sjálvdan, meðan aðrir fleyga sær ofta. Tað kann eisini gerast ein vani at fleyga sær. Um tú heldur tað vera ov ofta, er tað møguliga tí, at tær ikki tørvar at fleyga tær so ofta, sum tú gert.
Tað er ikki farligt at fleyga sær.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin