Spurnarkassin: Drongur, 16 ár spyr
Drongur
Spurningur:
Pápi mín er alkoholikari. Og hann og mamma mín skeldast altíð tá hann drekkur. Hóast hann ofta hevur sagt og lovað nógv ljótt ímóti okkum. Sum td. "Eg slái bara einaferð" og "Pilla av fanan og til áðrenn eg leypi á teg". So hevur hann aldrin gjørt nakað sum hann hevur lovað, hann situr bara á reyvuni og brúkar seg. Hann hevur onkuntíð brotið okkurt í øðini, sum eina lampu og eitt borð einaferð. Hann er ein perfektur pápi tá ið hann er edrúur, men hann er bara næstan ALTÌÐ skít. Eg eri ofta noyddur at halda honum vekk frá mammu, tí hann sigur at hann skal leypa á hana. Eg haldi hetta hevur gjørt meg ótryggan og mínir tankar eru langt úti! Vit eru 4 systkin og eg tonki altíð um okkurt kann henda við teimum. Um mín eldri beiggi kemur seinni heim enn eg, so tonki eg ofta "Bara hann ikki hevur krasjað og er deyður!" Og um mamma og babba eru einsamøll heima og babba er fullur, og eg eri úti, so tonki eg ofta " Hvat um eg komi heim og mamma liggur onkustaðni heima sligin av babba?" Men tað hendir aldrin. Sannleikin av tí heila er, at eg faktiskt altíð eri bangin um mína familju! Hvussu kann eg sleppa av við hesar tankar?
Svar:
Góði Drongur!
Takk fyri brævið. At tú hevur tílíkar tankar er bestemt ikki langt úti, men púra vanligt tá man livir í einari familu har annar av foreldrunum drekkur. Útfrá tí sum tú fortelur, so hevur tað stóra ávirkan á teg, at pápi tín drekkur. Tað at tú kennir teg ótryggan er heldur einki løgið, tí heimið hjá tær er jú ótrygt!! Tú livir við konstantum hóttanum og óvissu, og tað verður man ofta ótryggur av.
Pápi tín megnar ikki at taka ábyrgd, av tí at hann hevur so stórar alkoholtrupulleikar og mamma tín er í einari truplari støðu, har hon bæði skal taka hensyn til tykkum børn og pápa tín. Og tá pápi tín drekkur so mikið illa, so verður yvirskotið til børnini ikki altíð so stórt. Og tað er ikki rætt at tað skal vera so, tí tað gongur útyvir teg og tíni systkin. Tú roynir at gera tín part, t.d. við at royna at fyribyrgja at pápi tín ger mammu tíni nakað. Tað er sjálvandi gott at tú hugsar um mammu tína, og um tíni systkin. Tú vilt sjálvandi ikki hava at nakað hendir teimum. Tað er gott hjá tínum systkjum at hava ein beiggja sum teg. Men minst til, tað er ikki tín ábyrgd at syrgja fyri hesum. Ta ábyrgdina eiga foreldrini hjá tær!!! Foreldrini hjá tær eigi at syrgja fyri at tit øll eru trygg. Tíverri taka tíni foreldur ikki hesa ábyrgd í løtuni, og tað er ikki rætt.
Hevur tú nakrantíð fingið sagt við foreldrini hjá tær hvussu tú hevur tað við øllum hesum? Tað haldi eg tú burdi umhugsað at gera. Tað kann gott vera ringt, serliga um eingin annar í familjuni tosar um alkohol trupulleikan hjá pápa tínum. Tú kundi eisini roynt at fingið onkran av systkjunum hjá tær at verið til staðar, so at tú ikki ert einsamallur við foreldrunum tá tú tosar við. Tú kanst eisini umhugsa at fáa onkran annan vaksnan at tosa við foreldrini hjá tær, um tú ikki torir at gera tað einsamallur. Kennir tú onkran vaksnan, sum tú tosar væl við, sum tú heldur kanst hjálpa tær við hesum? Eitt annað sum er umráðandi hjá tær at hugsa um, er at tú tosar við foreldrini pápa tín tá hann er edrúur.
Tað at tú tosar við foreldrini hjá tær fer ikki at loysa allar trupulleikarnar í heiminum hjá tær, men so fært tú í øllum førum sagt hvussu tú hevur tað við øllum sum fer fram, og hvussu tú verður ávirkaður av misnýtsluni hjá pápa tínum. Summi uppliva tað sum ein lætta, um tey fáa sagt hvussu tey hava tað, ístaðin fyri at ganga við øllum tonkunum einsamøll. Um tú ikki heldur at tú kanst fortelja foreldrunum hjá tær um teir tankar tú gongur við, vil eg ráða tær til at tosa regluliga við onkran annan sum tú tosar væl við. Tað at tosa um hvussu man hevur tað, fær sjálvandi ikki tínar tankar burtur, men tað kann gera tað lættari at ganga við hesum tonkum.
Eitt annað sum eg vil ráða tær til, er at hugsa meira um teg sjálvan. Tað eg hugsi er, at tú skal royna at gera tær dagligdagin so innihaldsríkan sum møguligt. Royn at hugsa um hvørji ting tær dámar væl at gera, og sum tú verður glaður av, t.d. hvørji frítíðarítriv tær dámar væl, og hvørjum tú dámar væl at fylgjast við, og royn so at gera meira av hesum, so tínir tankar ikki allatíðina eru hjá familjuni. Hetta skal tó ikki skiljast so, at tú ikki skal hugsa um familjuna, als ikki, men at tú skal til at hugsa meiri um teg sjálvan. Tú sleppur nokk ikki av við teir tankarnar sum tú hevur, so leingi pápi tín heldur áfram við at drekka illa. Men tú kanst royna at fáa aðrar meira positivar tankar at fylla meira, til dømis við at konsentrera teg meira um skúla, arbeiði, frítíðaráhugamál ella hvat tað nú er.
Eitt annað sum eg líka vil siga í hesum sambandinum er, at tað er gott at vera opin um hvussu tín familja er, og ikki at dylja fyri vinum at pápi tín drekkur. Tað er nógv lættari bæði fyri teg og hini at vera opin um hetta, tí so kunnu vinirnir kanska eisini skilja teg betri um tú nú gongur og hevur tað ringt.
Góða eydnu við øllum og skriva ella ring endiliga aftur til okkara um tær tørvar meiri hjálp.
Tú & Eg Ráðgevingin