Spurnarkassin: Drongur, 16 ár spyr

Drongur

Spurningur:

Hey tit..
Ehm, eg havi verið forelskaður í eini gentu síðan endanum av 7. flokki, vit hava verið saman, men so gjørdi hon tað liðugt.. Eitt kvøldið eg var í einum balli, fari eg saman við eini gentu, sum er ein av hennara góðu vinum.. Vit hava klárað at verið vinir inní millum, men onkuntíð gongur tað illa.
Akkurat nú er tað ræðuliga ringt, hon fjasast við øðrum, eg eri øvundsjúkur.. Eg havi hugsað um sjálvmorð, men tá hugsi eg um vinirnar, familju o.s.v men nú er tað so, at eg ikki kannklárivil koma yvir hesa gentu.. og ein genta sum eg kenni væl, vil hava meg, men eg kannklári tað ikki, og okkara vinarlag gongur av h. til, Tað vil eg ikki, tí eg vil hanni ALT tað besta, men eg kann bara ikki fara saman við henni.. :

Svar:

Góði drongur !
Tá eg lesi títt bræv, virkar tað, sum um tú ert heilt forvirraður um tað, sum er hent og so hvat nú skal henda. Tú hevur sjálvur verið við til at gera tína støðu trupla, men gjørd gerð fær onga vend, og tú kanst læra av tí, sum er hent. Øll kunnu gera mistøk.
Tú kanst eisini hugsa um hesar spurningar:
-Hvat kanst tú gera øðrvísi í framtíðini?
-Kanst tú vera meira erligur móti tínari vinkonu og henni, ið tú ert forelskaður í?
-Sjálvt um tú ert øvundsjúkur, kanst tú steðga við at gera hana øvundsjúka?
Tú hevur rætt til at velja sjálvur, hvat tú vilt. Sjálvt um ein genta vil hava teg, hevur tú rætt til at siga nei. Tit mugu so finna út av, um tit framhaldandi kunnu vera vinir. Tað kann verða trupult hjá henni  bert at vera tín vinur, um hon er forelskað í tær.

Tú ert vælkomin at skriva aftur. Og um tú vilt tosa við ein ráðgeva, kanst tú ringja á tlf 116 111

Góða eydnu við øllum!

Bestu heilsur

Tú & Eg Ráðgevingin