Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Drongur
Spurningur:
Ein góð veninda dámar meg haldi eg, men eg dámi ik hana. Eg vil ik missa hana sum vin. Hvat skal eg gera?
Svar:
Hey drongur!
Takk fyri brævið. Viðvíkjandi tí hugsan tú hevur um kenslurnar hjá vinkonu tínari, hevur hon so sagt nakað beinleiðis? Ella er tað bara ein kensla tú hevur? Møguliga tú bara skalt bíða eitt sindur, og vita hvussu leikur fer fram. Um hon so nevnir nakað við teg um, at hon er forelskað í tær ella okkurt líknandi, kanst tú siga við hana, at tú ikki hevur somu kenslur yvir fyri henni, men, at tú ert glaður fyri at hava hana sum vinkonu, og at tú hopar, at tit framvegis kunnu vera vinfólk. Ver erligur, tað kemur tú longst við. Hopi at hetta svarið kann hjálpa tær. Annars ert tú altíð vælkomin at skriva aftur til okkara. Tú kanst eisini ringja á 116 111.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin