Search
Close this search box.
Hey smukke333 – eg havi eitt problem, sum eg ikki tori at fortelja fyri nøkrum:i hmmm.. eg og ein genta hava havt nakað koyrandi … og so.. ehehe, kom sjeikurin hjá mær og BUSTAÐI okkum :i var møøøgah flóvusligt, og nú tori eg simpilthen ikki at fara í býin longri ..:I veit ikki hvat eg skal gera :I skal eg fyrst voldtaka hana ella mín sjeik :I?333 eg eri so græður, og veit ikki hvat eg skal gera:I3 mega flóvusligt, tori ikki at siga tað við nakran, bara her… her kann man koma við øllum:)3 takk fyri alt, tit hava hjálp mær nóóóóóógv:D3 TAKK! – plizzzzzzzz svara, skjótt! so eg kann voldtaka onkran, havi so brúk fyri tí:  

Góði drongur í neyð!
Tú ert veruliga í neyð, tá tú kanst fáa so mikið vandamiklar tankar um at skaða onnur, og ikki megnar at skúgva tankarnar til viks, tí teir eru ringir fyri teg, altso har fornuftin vinnur á tí síðuni av tær, ið vil skaða teg og onnur.  
Tú spyrt, um tú skalt neyðtaka hana ella hann….nei, tú fert ikki at neyðtaka nakran, tí innast inni, so veitst tú, at tað er skeivt, og at tú kanst avlýsa hasa vánaligu ætlan, tí tú skalt gera okkurt annað betri heldur. Her og nú skalt tú finna ein máta, so at tú kanst koma burtur úr einum so skaðiligum tanka. Eg rokni við, at tú onkuntíð fyrr hevur klárað at vent tankunum til nakað, sum ikki er skaðiligt fyri nakran annan. Tú sigur lítið um teg sjálvan annars, men eg vænti, at tú hevur tað trupult, og tí rokni eg við, at tað hevði kunnað hjálpt tær væl at fingið luft í heilan og nýggjar tankar, um tú t.d. brúkti okkara ráðgeving javnan, har tú kemur út við øllum, ið tú vilt koma út við. Tað ringasta við at ganga sjálvur við oyðileggjandi tankum er at teir broytast einki serligt, kanska versna, tí at tað bert er tann eini, sum sigur sína meining, og tað er tú.

Tú sigur, at tú hevur ein trupulleika, men tú sigur ikki beinleiðis, hvat tú heldur, at trupulleikin er. Sum tað ljóðar, tá tú greiðir frá, so snýr trupulleikin seg um, at tú ikki hevur stýr á tínum kynslívi, tínum seksuellu tørvum  og tínum  parlagi, og at tú hevur eina tankagongd, har tú hugsar um at neyðtaka, altso gera teg kynsliga inn á onnur.

Vónandi er tað bert inni í tínum høvdi, at hatta býr nú. Um tú hugsar um at neyðtaka, so ert tú vandamikil fyri teg sjálvan og serliga onnur. Tí er mítt ráð til tín, at tú sum skjótast, altso beinavegin fert til tín lækna, politistøð, heilsufrøðing  ella ein viðgera, t.d. sálarfrøðing, misbrúksviðgera, sexologi, ella psykoterapeut og sigur, hvørjar tankar, ið tú hevur um at neyðtaka. Tað er rættiliga ringt at tosa um trupulleikar við kynslívinum, og serliga ringt er tað, um ein hevur ein skemmandi atburð, altso at ein hevur hug at gera seg kynsliga inn á onnur. Tað ber til at fáa hjálp at broyta atburðin, men tá er neyðugt , at tú ert erligur og vilt taka ímóti hjálp frá serfrøðingi í kynslívi. Far inn á www.januscentret.dk og les um viðgerð til børn og ung, ið hava ein kynsligan skemmandi atburð. Har sært tú, hvat ein sovorðin viðgerð snýr seg um. Tað eru nógv onnur, ið hava sama trupulleika sum tú. Kjatta  endiliga við okkum, um tú hevur tørv á tí! Tú kanst venda tínum tankum og ivamálum við okkum, uttan at vit vita, hvør tú ert.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…