Search
Close this search box.
Hvat skal eg gera um eg havi funnið eina vemmuliga heimasíðu? Kunnu tit svara skjótast gjørligt.

Góði drongur
Tú spyrt, hvat tú skalt gera um tú hevur funnið eina vemmuliga heimasíðu. Nú veit eg ikki, hvat tað er, tú meinar við og hvat tað er tú hevur sæð á hasi heimasíðuni, men eg haldi, at tú skalt siga tað við foreldur tíni, so tit kunnu tosa saman um hasa heimsíðuna. Um tað, av ein ella aðrari grund, er ov trupult at tosa við foreldrini um, kanst tú kanska tosa við onkran annan vaksnan um tað, til dømis ein fittan lærara. Tað sum hevur týdning er, at tú sleppur at tosa við onkran um tað sum tú hevur sæð og hvussu tú hevur upplivað tað.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…