Góði Drongur,
Tað er sera ymiskt nær ein byrjar at kynsbúnast. Tað at røddin hjá tær ikki er farin í yvirgang og at penis er so lítil er, tí tú ikki ert byrjaður yvirgongdina frá at verða barn til at gerast vaksin enn. Tað er hvørki stuttligt at verða fyrstur ella síðstur til at kynsbúnast. Øll vilja helst vera líka sum hini. Tú mást bara brynja teg við toli og bíða til tað verður tín túrur. Tú ert 13 ár, so helst gongur tað ikki long tíð. Um tú ikki hevur fingið djúpari rødd um eitt ár, altso tá tú ert gott 14 ára gamalur, haldi eg tú skalt fara til læknan ella heilsufrøðingin í skúlanum og tosa um trupuleikan. Tú kanst eisini senda heilsufrøðinginum eitt teldubræv umvegis heimasíðuna www.gigni.fo ella kanst tú senda teimum eitt teldubræv, hart ú ert dulnevndur. Helst verður tú kannaður og kanska fær tú gjørt eina blóðkanning at máta testosteron. Testestoron er tað mannliga hormonið , sum verður gjørt í steinunumtestiklunum, og tá hormonið økist í blóðinum, verður røddin djúpari (stemmubondini leingjast), kynshár vaksa og penis veksur umframt nógv annað
Tað at hava lítlan penis er ein plága hjá nógvum dreingum. Tó má ein royna at góðtaka seg sjálvan soleiðis, sum ein sær út. Gleð teg annars um, at tú ert kropsliga væl fyri, og tú verður helst ein flottur maður um nøkur ár. Alt tað besta framyvir og skriva endiliga aftur til okkara, um tú hevur tørv á tí.
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin