Kann eg fáa lívmóðurhálskrabba av at sjeikurin hjá mær fingrar mær, tá eg bara havi fingið 2 sproytur, ella fær man tað bara av at vera í song saman ? svari skjótt !!!

Hey drumblu!
Tað er gleðiligt, at tú ert so ábyrgdarfull at hugsa um verju ímóti kynssjúkum. Tað er púra rætt, at HPV smittar við samlegu. Virusið, ið kann geva lívmóðurhálskrabba og kynsvørtur, smittar illa, serliga ímillum tey ungu. Um sjeikurin bert nertir teg við fingrunum, hendir einki. Um hann hevur nortið við seg sjálvan og síðani nertir við teg í neðra, er eisini vandi fyri at verða smittað. Ein kann eisini verða smittaður í munninum við at dyrka oralsex. Tað er allarbest at bíða við at fara í song saman, til ein mánað aftan á at tú hevur fingið allar 3 sproyturnar.At nýta hít er ikki 100% verja ímóti smittu. Virusið kann sita á húðini rundan um kynsgøgnini eisini. Tú kanst lesa meira á www.stopHPV.dk  www.vidunderlivet.dk www.gigni.fo

vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg