Hey dula bula
Tað sum hendir fyri teg, er eitt slag av happing. Tú kennir teg trýstan, til nakað sum tú ikki megnar. Hini børnini flenna, og tú hevur tað ringt.
Tað ljóðar sum um, at tað er heilt vanligt at ganga uppi á takinum á tínum skúla. Tað haldi eg, er eitt sindur løgið. Og kanska eisini vandamikið. Eg haldi at tað er best, at tit spæla niðri í garðinum. Eg vóni at tú hevur onkran vaksnan at tosa við. Kanst tú ikki tosa við onkran lærara? Teir hava ábyrgd av at einki hendir tykkum meðan tit eru í skúla. Teir hava eisini ábyrgd av at tit hava tað gott í skúlanum og ikki verða happaði. Eg haldi eisini at tú skal seta teg niður, at hugsa um hvat tú dugir, heldur enn at hugsa so nógv um, at tú ikki dugir so væl at klúgva. Dugir tú at svimja? tekna? ríða? rokna? ella okkurt heilt annað ? tú dugir í øllum førðum væl at skriva. Tað síggi eg á brævinum tú hevur sent okkum. Øll børn duga okkurt og øll børn hava stórt virði.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin