Search
Close this search box.
Hey, eg eri 17 (næstan 18 ár). Mín trupulleiki er, at eg havi ov stóra bringu. Eg generist av tí hvønn einasta dag, og eg vil gjarna hava eina skurðviðgerð fyri at minka um bringuna. Men eg veit ikki hvussu eg skal bera meg at. Sigast skal at tað er ikki nakað við dreingjum ella tílíkt at gera, at eg vil minka um bringuna hjá mær.

Hey hey!
Tá tú skjótt ert 18 ár, fert tú skjótt at kunna taka avgerðir viðvíkjandi tí, ið tú ynskir fyri teg sjálva. Tú ert sinnað at fáa skurðviðgerð fyri at minka um bringuna, og tí skalt tú seta teg í samband við læknan hjá tær, so at tit kunnu finna eina góða loysn fyri teg. Hannhon skal eisini meta um, hvussu stórur trupulleikin er fyri teg, um tú kanst fáa skurðviðgerðina ókeypis ella um tú sjálv skalt gjalda viðgerðina. Tú kemur helst til eina samrøðu við ein serlækna, har tit tosa um, hvussu viðgerðin fer fram og hvat tað fer at merkja fyri teg, at viðgerðin verður gjørd.

Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…