Hey Dulnevnda
Tú ert 13 ár og so púra forvirra og tað er ikki so løgi. Men hvis tú nú setur teg niður at hugsa eina stilla løtu fyri teg sjálva, hvat er tað so sum tú vil allar innast inni? Er tað at hava ein fittan sjeik, ein stóran vinarskara, eina tíð uttan sjeik, tí tað er eisini møguligt, ella hvat? Prøva tað, so rokni eg við at tú kemur til onkra niðurstøðu. Og óansæð hvørja niðurstøðu tú kemur til, so skal tað vera nakað sum tú vilt sjálv og ikki nakað sum hini rundanum teg vilja hava at tú gert. Og óansæð hvønn sjeik tú velur tær, hvis tú velur nakran, so eiga hini vinfólkini hjá tær at virða tína avgerð. Tí tað er títt val og títt lív, minnst til tað og sig tað við tey um tey finnast at tær.
Alt tað besta og góða eydnu. Skriva endiliga aftur um tú hevur tørv á tí.
Tú & Eg Ráðgevingin