Hey Dulnevndur
Tú skrivar, at tú ert kedd, tí tú hevur hoyrt at drongurin hjá tær er forelskaður í eini aðrari. Tað er hart at hoyra slíkt um tann, sum man er forelskaður í. Eg skilji væl, at tú ert kedd, tað er ein vanlig reaktión tá man missir ein, sum man er góður við, og tað tekur tíð áðrenn man kemur yvir tað. Og tað er ongantíð lætt at koma yvir hjartasorg. Men fyri at gera tað lættari, kanst tú royna at hugna tær saman við vinkonunum og annars gera tað tú ert von at gera. Ganga til ítrótt, skótar ella hvat tú nú plagar at gera. Tað er eingin grund til bara at fáa sær ein nýggjan sjeik bara fyri at gloyma hin, tí tá man finnur sær ein sjeik skal tað helst vera tí at man er góður við hvønn annan.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin