Góða Dulnevni!
Deiligt at hoyra, at tær dámar heimasíðuna, og at tú gert brúk av henni.
Tað er væl skilligt, at tað er keðiligt at onnur gera viðmerkingar um tín kropp. Um tú ert sunn og røsk, etur nóg mikið av sunnun og góðum kosti og hevur tað gott við teg sjálva, so er tað ikki nakað í vegin um tú ert kløn. Tú fert skjótt í pubertetin, og hetta kann broyta nógv, millum annað tað at kroppurin hevur tørv á meiri orku til millum annað hormon broytingar og vøkstur. Um tú hevur tað gott við teg sjálva, er hetta tað týdningarmiklasta fyri teg. Tað er eisini umráðandi, ikki at lata seg ávirka av hvat onnur halda og siga, tí soleiðis ert tú!
Alt tað besta!
Tú & Eg Ráðgevingin