Hey Dulnevni
Tú kannst altíð biðja um eina samrøðu við læknan hjá tær. Um tú ert 16 ár betalur tú sjálvur sjúkrakassa og velur sjálvur ein lækna. So kannst tú tosa við læknan um tín trupuleika og læknin vil so taka støðu til hvat ið gerast skal. Um tað er so, at hann heldur tú skal hava eina operation afturat, so vil hann nokk hjálpa tær at tosa við foreldur tíni.
Viðvíkjandi krummerik, so er tað um penis tá hann er erigeraður (stívur) krummar seg, ella boyggjur seg. Er vinkulin ið hann boyggjur meira enn eitt vist og tað verður trupult at gjøgnumføra eina samlegu, so kann man blíva opereraður. Tað er í tí førinum eisini ein lækni ið avgerð um tað skal operation til, alt eftir hvussu nógvar gradir hann boyggjist.
Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin