Spurnarkassin: Genta, 18 ár spyr

Eg

Spurningur:

Heey. Eg og sjeikurin hava verið saman nokkso leingi nú, og eru langt síðani byrjaði at hava sex saman. Eg vil gjarna “tilfredsstilla” hann, og tað er ikki so løgið at hann vil hava meg at sutta... Sum so tá eg hugsi um tað, er tað einki fyri, men tá eg skal til at gera tað, so er tað slett ikki so lætt kortini... Hvat kann eg gera fyri tora betur? Tað er kanska serliga tað at fáa hár í munnin, og smakkurin sum onkuntíð ikki er serliga lekkur, sum ger at eg ikki altíð havi so gott mót.

Svar:

Hey ‘Eg’.
Takk fyri brævið. Tú ert í eini keðiligari støðu, tú bæði vilt og vilt ikki geva sjeikinum oralsex.
Tað sum er umráðandi í einum kynsligum sambandi, er at eingin fer yvir um síni egnu mørk, og ikki minst at tit kunnu tosa saman! So um tú veruliga vamlast við hetta og ikki vilt, so mást tú siga frá. Men er tað so, at tú fegin vilt gera hetta fyri hann, so kundi tú kanska biðið sjeikin um at farið í bað áðrenn tit fara í song saman, ella skjóta upp at tit fara í bað saman, fyri at gera tað lættari?
Annars eru eisini nógvar góðar síður á netinum um kynslív, her eru tvær leinkjur. http:www.sexlinien.dk
http:www.netdoktor.dk

Góða eydnu
Tú & Eg Ráðgevingin