Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

Eg

Spurningur:

Hvat  er støddfrøði á C støði ella okkurt sovritt ? :J:D

Svar:

Góða “eg”
Tá ið tú verður eldri og kanska fert í student ella á handilsskúla, tá skalt tú taka støðu til, hvusssu og hvat tú skalt velja av lærugreinum. Ætlar tú til dømis at verða lækni ella granska innan alisfrøði so er ikki ómøguligt, at tú skalt velja A støði í støddfrøði beinanvegin – ella um tú til dømis dugir og dámar ógvuliga væl støddfrøði.

Tú kanst eisini taka A, B og C støði í øðrum lærugreinum til dømis í enskum. A er hægsta støðið, B miðalstøðið og C er lægsta støðið.

Alt eftir hvat tú dugir, hevur hug til og ætlar tær framyvir av víðari útbúgvingum, skalt tú so kanska eisini velja støði. Tað eru ikki allar lærugreinar sum eru býttar upp í støði.

Um tit hava ein skúlavegleiðara á skúlanum, so er eitt hugskot at taka eitt prát við hann. Hann ella hon eigur at vita alt um víðari útbúgving.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin