Spurnarkassin: Genta, 11 ár spyr
eg
Spurningur:
Eg haldi at eg havi mega stórar boppur og ein genta í mínum flokki hevur mega lítlar boppur. Hvat kann eg gera fyri at ikki at hava so stórar boppur og fyri at fáa mega lítlar boppur? Eg eri elst í systkinaflokkinum og mamma mín sigur at systir mín hevur nógv størri boppur.
Svar:
Hey ‘eg’
Eitt kann eg siga fyri vist, og tað er at tú kanst ikki gera nakað fyri at broyta um støddina á boppunum.
Tá tú ert 11 ár, so er kroppurin hjá tær als ikki liðugt útviklaður. Við tíðini, sum tú eisini vaksur í hædd og uppá aðrar mátar, so fert tú kanska at uppliva at boppurnar hjá tær eru ikki so stórar sum tú heldur at tær eru nú.
Tað kann eisini vera, at tú heldur, at tær eru mega stórar, tí at tað er nakað nýtt fyri teg at boppurnar eru byrjaðar at vaksa, og tú ikki hevur vant teg við tað enn.
Í øllum førum, so fært tú ikki gjørt nakað við hvussu boppurnar hjá tær síggja út. Royn ístaðin at hugsa um teir partarnar av kroppinum hjá tær, sum tú ert nøgd við.
Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin