Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Eg

Spurningur:

Hey. 
Eg hevdi ein drong, sum eg var mega forelskað í, men nú havi eg oyðilagt tað. Eg er forbiðið kedd. Og eg kann einki gera við tað. Eg havi grátið sum ongantíð áður. Hvat skal eg gera? Eg havi tosað bæði við vinkonur, foreldur og hann, men enn eri eg totalt knúst innaní. Eg byrji bara eta. Eg veit tað ljóðar filmsligt, men tað geri eg. Keði meg og eri so kedd, at eg fari bara at eta. Hvat skal eg gera? Er hetta ein sokallað depressión? 

Takk

Svar:

Hey ‘Eg’
Nei, eg rokni ikki við at tú hevur eina depressión. Tú hevur verið úti fyri nøkrum sum hevur gjørt teg kedda, og tað kann taka sína tíð at koma yvur. Tú skrivar at tú einki kanst gera við tað, men tað hevur tú longu gjørt við at tosa við eks-sjeikin, vinkonur og foreldur. Tað er óført av tær, so halt endiliga halda áfram við tí. Tað kann vera at tú upplivir tað sum at tú ikki fært tað nakað betri fyri tað. Men harafturímóti kann tað vera, at tú hevði havt tað enn tyngri, um tú ikki tosaði við nakran. Tað at tú ert knúst, er ein vanlig reaktión uppá at missa ein sum man er góður við, og tað tekur tíð. Men tað verður betri við tiðini. Eitt annað tú kanst gera fyri at royna at gera tað eitt sindur lættari at koma víðari er at gera tey tingini sum tú ert von við at gera til dagligt. Hugna tær saman við vinkonunum, far til írtótt, út at ganga túrar ella hvat tú nú plagar at gera.
Tað at tú fært trongd til at eta er heldur ikki so óvanligt, og tað eru fleiri sum hava tað sum tú, og tað er als ikki ‘filmsligt’. Tá man etur, so sleppur man undan at merkja tær kenslurnar sum man upplivir innaní, og tí er tað ikki heilt óvanligt hjá fólki sum eru kedd, at reagera við at eta. Men hetta er sjálvandi ikki so smart í longdini. Um tú fært trongd til at eta, so kanst tú royna at útseta hesa trongdina við at gera okkurt annað ístaðin, t.d. ringja til onkran sum tú kennir, gang ein langan túr, fá tær eitt langt bað, kjatta við onkran… ella hvat tú nú kann finna uppá, sum kann avleiða tankarnar eitt sindur frá etingini. Tú kanst eisini royna at skriva dagbók um hvussu tú hevur tað.
Tað er ongantíð lætt at hava hjartasorg. So tú mást vera við gott mót og trúgva uppá at tað verður betri um eina tíð.

Góða eydnu við øllum!

Tú & Eg Ráðgevingin