Search
Close this search box.
Hey! Er tað gott at trena styrkivenjing, tá tú ikki ert liðugur at vaksa?

Góði ‘Eg 14 ár’!
Tað eru nakrar reglur, sum ein kann ganga eftir tá ið byrjað verður at styrkivenja. Ein eigur at byrja varisliga. Tá ið ein er 14 ár er ikki vanligt at vera liðugur at vaksa, so tú kanst fylgja hesum ráðum:

Ikki venja við vektum, sum eru tyngri enn, at tær kunnu lyftast 8- 15 ferðir. Ikki meiri enn 15 ferðir í byrjaninni, og tað skal vera við vektum, sum ein tó væl kundi orkað at lyft oftari.
So við og við, sum grundleggjandi styrki og teknikkur verður vandur,so kann venjingin íðkast títtari fram ímóti, at ein gerst móðari og móðari, og fram ímóti markinum har ein ikki orkar meir. T.d 12 ferðir við einari vekt, sum mest kann lyftast 12 – 15 ferðir.
Ein skal skifta ímillum ymiskar venjingar tá ein venur, t.v.s variera venjingina. Tað besta úrslitið fæst við at skifta ímillum styrkivenjing og at íðka onkran ítrótt.

Vónandi svaraði hetta eitt sindur av tínum spurningi. Spurningurin kundi ikki svarast við bert ja ella nei.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…