Vanliga roynir kroppurin at halda hitan á 37 gradum.Tá kroppurin verður ov heitur roynir kroppurin at sleppa av við hitan við at sveitta. Tað kunnu vera nógvar orsøkir at kroppurin byrjar at sveitta. Í pubertetinum, sum er tá man er um 10 til 18 ár, henda broytingar í kroppinum sum gera, at man fer at sveitta meira og at sveittin fer at lukta øðrvísi. So tað sum tú upplivir er heilt normalt. Men tað skal tó sigast, at tað eru nøkur sum sveitta meiri enn onnur. Tú kanst brúka deodorant fyri at minka um sveittan undir arminum. Deodorant inniheldur eitt evni sum kallast anti-perspirant. Tú kanst keypa deodorant í øllum vanligum matvøru handlum, handlum sum selja ymiskt til kroppin ella á apotekinum. Og tú kanst fáa tað bæði við og uttan anga. Eitt sum eisini er umráðandi er at brúka klæðir úr reinari ull ella bummull, serliga tey sum sita tættast at kroppinum. Tí klæðir við kunststoffi (akryl, polyester o.a.) gera ofta at man sveittar meira, og tað kann følast sera óbehagiligt. Tú kanst lesa meira um kynsbúning um tú trýstir á “Eg & Lívið” og fert inn á evnið ‘at vera tannáringur’.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin