Spurnarkassin: Genta, 17 ár spyr

eg

Spurningur:

eg veit ikk um eg eri for gomul at skriva her men eg havi virkuliga brúk fyri hjálp..
eg eri blívi misbrúkt uppá allar mátar og havi ongan at snakka vid um tad tí ongin skilur tad. eg hati kroppin og ansigti hjá mær. eg klári ikki at vaksin nema vid meg. og nú eri eg birja at hava eina forferdiliga ødi í mær inn á tey sum gjørdu tad í mótur mær. eg veit ikk havt eg skal gera fyri at sleppa av vid ødina? eg bleyvt eisini illa happa tá eg var yngri. eg búgvi ikki hjá mammu. eg havi ringa samvisku tí eg sakni hana ikki. er tad ikki løgi? eg veit at sisnabarnid hjá mær ikki hevur tad gott heima. Kan eg geri naka vid tad? um ja havt? hopi tit svara :)

Svar:

Góða ‘eg’,
Fyrst vil eg líka siga, at tú ert als ikki ov gomul til at skriva til Tú & Eg Ráðgevingina. Tvørturímóti er tað ótrúliga gott at tú hevur skrivað til okkara, tí tú hevur tað als ikki lætt!!
Tú skrivar at tú ert blivin misbrúkt uppá allar mátar. Tá man sigur soleiðis, gangi eg útfrá, at tað kanska er ymisk sløg av ágangi tú hevur verið úti fyri. Tá man hevur verið úti fyri ágangi, er tað ikki óvanligt at hava tað soleiðis sum tú hevur tað. Tú sigur at tú hatar kroppin og andlitið hjá tær, og at tær ikki dámar at vaksin nema við teg. Tað er einki løgið, tá man hugsar um, at tú hevur upplivað, at onkur hevur misnýtt tín kropp. Um man hevur verið úti fyri keðiligum upplivilsum við kroppinum, er tað púra vanligt at føla andstygd fyri kroppinum hjá sær sjálvum. Og um onkur hevur nortið við teg, sum ikki burdi havt nortið við teg, so er tað heldur einki løgið at tú hevur ringt við at nakar vaksin nertir við teg í dag. Tí tað hevur tú kanska ringar royndir við!? Tú hevur kanska eisini upplivað, at onkur sum tú hevði álit á, hevur misbrúkt hetta álit? Um so er, er tað kanska ringt at trúgva uppá, at onnur sum nerta við teg í dag, vilja tær tað gott?
Onkur hevur gjørt nøkur ting ímóti tær, sum tey ikki burdu havt gjørt! Tú hevur allan rætt til at vera óð inná tey fyri tað sum tey hava gjørt. Tú spyrt hvussu tú skalt sleppa av við øðina. Tað er kanska ikki heilt einfalt. Og tað kann eisini taka langa tíð. Men tú ert í øllum førum komin so langt, at tú merkir øðina. Tað er gott. Tí tað er umráðandi at merkja eftir hvussu man hevur tað, og at merkja eftir hvønn tú ert ill inná, og hví. Nú sigur tú, at tú hevur ringt við at tosa við onnur um hvussu tú hevur tað, tí at tey ikki skilja teg. Tí vil eg mæla tær til eisini at tosa við ein professionellan um hvussu tú hevur tað. Tað kundi tú til dømis gjørt við at ganga til samrøður hjá einum sálarfrøðingi. Slíkar samrøður kunnu vera við til at hjálpa tær víðari við at viðgerða ta øðina sum tú merkir. Um tú fert til læknan hjá tær, so kann hesin kanska hjálpa tær víðari til ein sálarfrøðing. Tað vil eg í øllum førum mæla tær til!
Tú spyrt eisini, um tað er løgið at tú ikki hevur ringa samvitsku yvir ikki at sakna mammu tína. Og til tann spurningin kann eg heilt greitt svara nei! Tað er einki løgið. Eg rokni við tað er onkur orsøk til, at tú ikki býrt hjá mammu tíni í dag, og tað eru kanska eisini nakrar av somu orsøkum sum gera, at tú ikki saknar hana?
Tú skrivar eisini at tú hevur eitt systkinabarn, sum ikki hevur tað gott heima, og um tú kann gera nakað við tað. Tað er trupult at svara uppá, tá vit ikki vita hví systkinabarn títt ikki hevur tað gott. Men tú kundi roynt at spurt systkinabarnið beinleiðis, um tú kanst hjálpa honumhenni. Tú kanst eisini bara vera ein góður vinur, og vera til taks at tosa við, um systkinabarnið ynskir onkran at tosa við. Tað er gott at tú hevur umsorgan fyri systkinabarninum, og at tú hugsar um hannhana. Men um trupulleikarnir hjá hennihonum eru álvarsamir, vil eg ráða tær til at fáa onkran vaksnan við inn í myndina. Tí so er tað ikki nakað sum tit sjálvi skulu hava ábyrgdina av. Tú kundi t.d. skotið upp, at tú hjálpir systkinabarninum at tosa við onkran vaksnan, ella at tú fert við, um tað er soleiðis at hannhon hevur trupult við at biðja um hjálp.
Til seinast vil eg rósa tær fyri at fortelja um tínar trupulleikar. Tað er ikki lætt at tosa um misbrúk. Tú sigur eisini sjálv, at onnur hava trupult við at skilja teg. Men tað er sera umráðandi at tosa um tað, so at man ikki er púra einsamallur við tí sum man hevur upplivað.
Vónandi hevur hetta svarið hjálpt tær eitt sindur. Tú ert altíð vælkomin til at skriva aftur, ella at ringja til Tú & Eg Ráðgevingina. Har hevur tú møguleika fyri at siga eitt sindur meira um tína støðu, hvussu tú hevur tað, og hvussu tú upplivir hesa øðina. Ráðgevarnir hava góða tíð at lurta, og starvast á ráðgevingini, tí at tey fegin vilja hjálpa børnum og ungum sum hava tað trupult.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin