Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Eg

Spurningur:

Hey Tú & Eg Ráðgevingin :) Eg vil bara vita um vit ung ikki hava lov til privatlív? eg kann akkurát EINKI. Mamma rótar í mínum skuffum, mínum lummun, lesur mínið sms, chekkar meg út á arto, og ALT. Eg havi akkurát EINKI privatlív.. eg havi eisini eitt arbeiði.. eg tjeni uml. 2000 ,- um mánaðin, og so krevur babba helvtina av lønini avtrat .. í byrjani fekk hann helvtina av lønini, tí at eg skuldi sjálv betala lummarpengar til eftirskúlan, men so fari eg ikki á efturskúla allíkavæl, men allíkavæl skal hann hava helvitina.. Hevur hann rætt til tað?

Svar:

Hey ‘Eg’
Takk fyri títt bræv.
Lat tað verða sagt beinanvegin at TÚ hevur rætt til eitt privatlív. Nú vita vit ikki hvat tað er sum ger, at mamma tín rótar í tínum tingum, men hetta er ikki í lagi. Tú ert noydd til at fortelja mammu tínari, at tú hevur rætt til eitt privatlív, og skal hava eitt privatlív. Tú sigur eisini, at pápi tín krevur helvtina av tínari løn, tí tú skuldi á eftirskúla. Um støðan enn var tann, at tú skuldi á eftirskúla, so hevði tað eisini verið í lagi, at tú betaldi tínar egnar lummarpengar, tí at tað kostar nógv at senda síni børn á eftirskúla. Men nú tá tú ikki skal á eftirskúla allíkavæl, so dugi eg heldur ikki at síggja hví pápi tín skal hava helvtina av tínari løn.

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin