Spurnarkassin: Genta, 21 ár spyr
Eg
Spurningur:
Hey! Eg havi eina vinkonu, sum hevur etingarólag, men vil ikki ásanna, at hon hevur ein trupulleika. Eg havi vita av tí leingi og konfrontera hana við tí ofta, men nú er tað komi so langt at eg ikki fái hjálpt henni. eEg fangaði hana ein dagin í at hon kom útav vesinum aftaná vit høvdu eti og fekk hana at innrømma at hon hevði spý matin upp aftur, og fekk hana at fortelja hvussu hon "ber seg at" fyri at ikki eta. foreldrini vita av at tað er ein trupulleiki men vita bara ikki av hvussu langt tað er komið og vit vinkonurnar vita meiri enn familjan men vita ikki hvat vit skulu gera við tað. trupulleikin hjá okkum er at vit á ein hátt fortreingja at hon hevur tað so ringt sum hon hevur tað, tí vit vita ikki hvat vit skulu gera. Eg veit at tað hjálpir ikki at siga nakað við hana um hvørjar fylgir hetta kann hava við sær. Eg vil gjarna vera ein góð vinkona, men eg veit ikki hvussu eg á nakran hátt kann hjálpa henni og eg klári ikki at ganga og vita at vinkonan livur við at eta eitt súrepli um vikuna. hvat kann eg gera ? skal eg siga tað við foreldrini ella skal eg kanska heldur siga tað við stórisystrina sum er fornuftig og vaksin? eg veit at hon verður súr við meg um eg sigi tað, men eg vil heldur hava at hon er súr við meg í nøkur ár - um tað skal vera - enn at eg síggi hana í eini kistu um 5 ár, tí eg veit at tað er leiðin sum hon gongur óbevíst eftir í løtuni. eg eri bara bangin um at, um eg sigi tað við foreldrini at tey skulu taka tað illa upp á nakran hátt ? hjálp mær ?
Svar:
Góða tú!
Takk fyri brævið! Støðan er trupul hjá tykkum, ið eru góð við hana, tí tit vilja hjálpa henni, hava roynt alt, ið tit orka, og síggja nú, at hon hevur brúk fyri aðrari hjálp, enn tit kunnu geva henni. Tit hava verið vitnir til gongdina nóg leingi, og nú er tíð at gera meira, so at hon ikki gerst enn sjúkari. Hon er sjúk, og hevur brúk fyri viðgerð. Tú sigur ikki, hvussu gomul hon er. Tað er ein avgerandi vitan, ið eg mangli, fyri at kunna geva tær rættu ráðgevingina, men um hon er yngri enn 18, kunnu tit venda tykkum til hennara foreldur, ið hava ábyrgdina av hennara trivnaði, ella t.d. ein lærara ella ein lestrarvegleiðara, um hon gongur á miðnámsskúla, sum so kann tosa við hana og foreldrini. Tit kunnu eisini venda tykkum til www.gigni.fo, ið er heimasíðan, har heilsufrøðingar m.a. veita børnum og foreldrum ráðgeving um alt møguligt.
Um hon er 18 ár ella eldri, hava foreldrini ikki longur myndugleikan yvir henni, men tey eiga at fáa at vita, hvussu sjúk teirra dóttir er, so at tey kunnu hjálpa henni. Aftur til tín, so verður tú noydd at biðja onnur um hjálp til henara, hóast hon kann gerast ill við teg. Tú nevnir, at tit eru nakrar vinkonur, ið stúra fyri hennara framtíð, og tí er tað umráðandi, at tit vinkonur standa saman um at hjálpa henni. So eru tit allar í sama báti, og kunnu stuðla hvørji aðrari, eisini um hon verður súr. Tit skulu royna at stuðla hvørji aðrari í tí at boða foreldrunum og ella øðrum frá. Tit vita ikki, hvussu foreldrini fara at reagera, men tá tit innast inni vita, at tað er rætt at boða teimum frá, hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu tey taka tað. Tað kann vera, at tey verða sera takksom fyri, at dóttir teirra hevur so góðar vinkonur. Hin tankin um, at einki verður gjørt, er jú nógv verri at liva við hjá tykkum øllum, sum eru rundanum sjúku vinkonuna. Tað er ikki vist, at tað er neyðugt, at hon fær beinleiðis at vita, at tit hava boðað frá, men at tey sjálvi kunnu tosa við hana um, at tey eru stúrin um hana og vilja hjálpa henni. Hinvegin er altíð best at vera erligur, sjálvt um tað kann kennast tungt.
Tað er nógv tilfar á internetinum um viðgerð av etingarólagi. Tað eru nógvar góðar síður, men eisini aðrar, ið eru beinleiðis skaðiligar. Eg vil mæla tær til at fara inn á www.spiseforstyrrelser.dk. Har er eisini tilfar til tykkum og familjuna, at lesa, eins og har er ráðgeving og kjattrúm. Tit kunnu eisini kjatta ella ringja til okkum á Tú & Eg Ráðgevingini.
Góða eydnu við at hjálpa vinkonuni!
Bestu heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin