Spurnarkassin: Genta, 20 ár spyr

eg

Spurningur:

Kann man koma til undurlívs kanning uttan at fara til kommunulæknan? Um ja, hvønn skal man kontakta?  

Svar:

Hey  og takk fyri brævið! 
Eg skilji, at tú gjarna vilt hava undirlívið kannað og ikki hevur hug til at fara til tín egna kommunulækna. Um kanningin ikki hevur skund, kanst tú bíðja til tín lækni er i feriu og so fara til vikarin og um ongin vikarur er so til ein annan kommunulækna. Um tín lækni er til arbeiðis , hevur tú ikki rætt til at fara til ein annan lækna, men tað ber til at ringja til ein annan lækna og spyrja, um lhonhann vil kanna teg. Tað ber ikki til at fara beinleiðis til ambulanta kanning á Landssjúkrahúsinum hjá gynekologinum. Kommunulæknin kann vísa til gynekologin um hannhon ikki kann loysa trupuleikan ella hevur møguleikar at kanna nóg gjølla. Annars haldi eg, tú skuldi skift til ein kommunulækna, sum tú følir teg trygga við og kann fáa gjørt undirlívskanning hjá eftir tørvi.  

Kærar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin