Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

Eg

Spurningur:

Heeeeej :) Eg & systur mín eru mega væl, & og tað er gott, men hon vil altíð hava sex við mær, sum hon sigurL. Eg havi altíð sagt “NEI”, men eg havi altíð góðan hug at siga ja ? hehe:D – men havi eitt problem og tað er, at vit eru syskinL. Men er tað í lagi, at fara í song við systur síni, vissi man elskar hana “MEIR ENN SUM EINA SYSTUR” ??- please svara skjót :D

Svar:

Hey “Eg”.
Tú spyrt beinleiðis, um tað er í lagi at fara í song við systir síni? Eg kann bert svara tær við einum svari, og tað er at tað er als ikki í lagi at systkin fara í song saman. Tað er eitt lógarbrot, líkasum tað eisini er eitt lógarbrot, at fara í song við nøkrum, sum er undir 15 ár.

Tað er vanligt, at minni børn (her tosi eg serliga um barnagarðsbørn) “kannað” kroppin hjá hvørjum øðrum og at tað seksuella er ein partur av teirra spæli. Í slíkum spæli er sera umráðandi, at øll børnini, sum luttaka, eru við uppá tað. Um okkurt barn ikki dámar, at onnur “nerta við seg” í ávísum støðum, so er sera umráðani at hini børnini respektera tað og lata vera við tí. Annars fer man út um mark og fremur kynsliga ágang ímóti barninum.

Tað er gott, at tú hevur megna at halda fast um tíni egnu mørk, tað vil siga, at tú hevur sagt nei til at hava sex við systir tíni. Og tað er umráðandi, at tú blívur við við tí. Um hon heldur áfram við at vilja hava sex við tær, so respekterar hon ikki títt nei. Og tað eigur hon at gera.
Tað er gott, at elska síni systkin, sum systkin (og tá er slett ikki nakað seksuelt innblanda). Tað vóni eg, at tit altíð fara at gera. Míni ráð til tín eru, at tit mugu veruliga ansa eftir ikki at fara ov langt, tí tað kann oyðileggja allan systkinakærleikan ímillum tykkum. So minst til at halda fast um tíni egnu mørk og siga hetta við systur tína. Eitt hugskot hevði verið at tosa við mammu ella pápa tykkara um hetta, tí tað kann væl vera at systur tín slett ikki ordiliga veit hvat hon ger og hvat hon spyr teg um. Hetta kann vera eitt eymt evni at taka upp, men tað er umráðandi at systur tín veit hvat hon má og ikki má og at hon lurtar eftir tær tá tú sigur hvat tú vil og ikki vil.

Um tú ynskir at tosa meira um trupuleikan, ert tú vælkomin at skriva aftur, ringja ella kjatta við okkum.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin