Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Eg

Spurningur:

Hey heyJ Eg vil bara spyrja um tit halda tað vera skeift at fara í song við einum áðrenn man er giftur? Eg meini eg eri trúgvandi, men ikki jomfrúð. Men eg eri uppvaksin við, at tá man er klárur so er alt ok (: eg var klár við mínum sjeiki og vit eru saman enn og elska hvønn annan akkurát líka nógvJ Men allir mínir vinir eru jomfrúð, men eg vil bara hava svar uppá hvat tit halda?:)

Svar:

Hey Tú
Eg kann bara svara fyri meg, at eg haldi als ikki, at tað er synd at fara í song við einum man elskar, áðrenn ein er giftur. Og sum tú sigur, at tú ert ert uppvaksin við, at tá ið man er klárur, so er alt ok, tað haldi eg eisini. Men minnst bar til, at tað er tú og bara tú, sum gert av, nær tú ynskir at fara í song við tínum sjeiki. Ger einki ímóti tínum egna vilja. So skal alt nokk ganga gott. Sjálvt um vinir tínar hava eina aðra meining enn tú, so kunnu tit gott vera góðir vinir fyri taðJ Halt tú bara fast við tína meining, tað ljóðar sum um tað hevur gingið væl inntil nú, so halt tú bara á fram við tí.

Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin