Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Eg
Spurningur:
Ehm... Eg vil bara hava svar uppá, um man er í song saman uttan verju og drongurin tekur hann úr áðrenn hann kemur, er tað so stór risiko fyri at man kann blíva við barn?
Svar:
Góða Tú
At “taka hann úr” er nokk tann mátin, sum verjir minst. So, ja, tað er stórur kjansur fyri at man kann blíva uppá vegin, um man bara brúkar tann mátan at “verja” seg uppá. Kjansurin fyri at blíva við barn er 15-20 prosent, tvs, at út av 100 kvinnum, blíva 15 til 20 uppá vegin. Altso út av 10 kvinnum, blíva ein til tvær uppá vegin, við at brúka hendan mátan, og tað má sigast at vera nógv. So hesin mátin er ikki haldbarur, um man ynskir at verja seg ímóti at blíva upp á vegin. Minst eisini til, at í Føroyum hava vit ikki fríða fosturtøku. Her er ein heimasíða um, hvussu tað ber til at verja seg: http:www.kvinde.finfo.dksamlivpraevention
Alt tað besta, og góða eydnu við øllum
Tú & Eg Ráðgevingin