Hey tú, ið elskar Michael Jackson!
Tú spyrt, um tað er yvirdrivið, at tú ert vilt forelskað í einum deyðum popp-idoli, og stutt vil eg siga: Ja, tað er tað. Tað eru nógv, ið fjeppast í idolum, tí tað onkursvegna gevur eina góða kenslu. Viðkomandi idol er ein, ið fólk síggja upp til at ymiskum grundum. Nú er MJ deyður, og tá tú hevur verið ein so stórur fjeppari, hevur tað sjálvandi ávirkað teg, at hann skuldi doyggja so knappliga.
Sum tú skrivar, hevur tú hann við tær altíð í gerandisdegnum, og tú ímyndar tær at vera saman við honum eisini, ja at tit hava kynsliga samveru.
Tað er í lagi at ímynda sær ymiskt, men tað er ikki gott fyri teg, um tað fyllir tað mesta í tínum lívi. Tú ert tannáringur, hevur vónandi familju, vinir,skúla og frítíðarítrivítrív og tað hevur alt stóran týdning fyri teg og tína framtíð, so tú mást savna teg um tað, sum er veruligt fyri teg og ikki liva í einari dreymaverð. Tað er í lagi at vera har, tá tú tekur tær av løttum , altso hevur heilt frí, men annars mást tú arbeiða við teimum menniskjum, sum eru um teg og tað av umheiminum, som er til og tú hevur samband við. Royn eisini at hava onkur frítíðarítriv , sum tú heldur vera spennandi og so ger nakað har. Michael Jackson heimurin er óveruligur og einki at byggja sítt lív á. Hansara tónleikur er elskaður av milliónum av heimsins menniskjum, og honum kanst tú altið lurta eftir og gleðast um. Hygg uppá tað sum eitt ævintýr, ein dreym, sum er ílagi at hava , men títt lív er í gerandisdegnum, beint her og nú. Eitt gamalt orðatak sigur, at best er at gera alt við máta. Tvs at man heldur skal royna at uppliva eitt sindur av hvørjum, ella dáma eitt sindur av hvørjum, heldur enn bara at dyrka eitt ting, eitt fólk, eitt slag av mati, eitt slag av tónleiki ella bara eitt idol. Tá blívur tað nemliga ov yvirdrivið.
Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin.