Search
Close this search box.
Næstan allir mínir vinir roykja og eg royki ikki. Hvat skal eg gera fyri ikki at byrja? (Eg hati sigarettir. Mamma og pápi mín roykja, men mamma roynir at leggja av. Omma doyði fyri 6 mánaðum síðani og eg eri ikki komin víðari. Eg gráti næstan hvørt kvøld av tí. Og eg ynski at eg bara kundi doyð NÚ. Eg veit ikki hvat feilar mær!) Eg havi skorið meg fleiri ferðir í armin og royndi at gera sjálvmorð einaferð. Hvat skal eg gera fyri at fáa tað gott? Tað var ein drongur sum eg dámdi mega gott – eg og hann eru mega góðir vinir, men hann fekk eina damu og eg bleiv ikki øvundsjúk, men skar meg og royndi at gera sjálvmorð. Eg tosi ikki við míni foreldur um tað.

Fyri tað fyrsta vil eg siga at tú bestemt ikki ert býtt og at tær feilar einki. At verða 12 ár og duga so væl at seta orð á sínar trupuleikar er flott!
Til tín fyrsta spurning um royking, so er ikki annað at siga enn at tú mást royna at halda fast við at tú ikki vilt byrja at roykja. Tað kann vera trupult tá øll rundan um teg roykja, men royn allíkavæl.
At hava sjálvmorðstankar og skera seg eru trupuleikar sum tú ikki kanst ganga einsamøll við. Tú sigur at  tú ikki tosar við foreldrini um tað. Um tú hugsar at tey blíva kedd, so er tað eisini ein møguleiki. Men eg vænti at tey høvdu verið enn keddari, um tú einki fortaldi teimum. Tey eru jú tíni foreldur, og vilja allarhelst stuðla tær tá tú hevur tað ringt.
At tú hevur hjartasorg og eisini hevur mist ommu tína ger so ikki støðuna betri, einki er so ringt sum at missa ein sum man er góður við, so tað er heilt náttúrligt at tú grætur. Tá man hevur mist er tað gott at tosa við onkran og minnast tann sum er deyður – tað er svárt, tú kanst blíva kedd og fara at gráta, men tað er ein partur av sorgini. Tú kanst eisini spyrja foreldrini um tey hava huga at koma út á kirkjugarðin at vitja grøvina, um tit hava møguleika fyri tí og tú hevur hug til tað.
Tú hevur nógv ymisk ting sum tú ert kedd av, og tí er tað sera umráðandi at tú tosar við onkran sum tú kennir, og sum kann hjálpa tær víðari. Royn til dømis at tosa við foreldrini. Tú skalt ikki ganga einsamøll við hesum trupulleikunum. Og so vil eg mæla tær til ikki at bíða við at tosa við onkran – ger tað beinanvegin.

Alt tað besta!

Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…