Search
Close this search box.
Eg eri 15 ár og havi aldrin veri sum hini børnini. Pápi mín happar meg tí eg vil doyggja og tí eg skeri meg sjálvan. Eg havi prøva alt fyri at vera glað aftur, veri hjá heilsusystrini, Psykiatriska deplinum, fingið heiligvág fyri tunglyndi, verið hjá sálarfrøðingi og alt! Men enn eri eg ein kedd sál. Eg havi aldrin fortalt mínum sálarfrøðingi ella nøkrum vaksnum um pápa mín. Eg havi einaferð tikið 39 tablettir og hopaði eg doyði men einki riggaði tad. Eg eri takknemmlig fyri tað nú tí eg havi ein so fantastiskan sjeik. Hvat skal eg gera fyri vera glað?

Góða genta,
Takk fyri brævið.
Sum eg skilji á tær hevur tú roynt alt møguligt fyri at fáa tað gott, men tað hevur ikki eydnast higartil. Tað virkar sum at tú ert kedd av at pápi tín happar teg tá tú hevur roynt at enda títt egna lív, tað má verða øgiliga hart tá man faktiskt hevur brúk fyri at verða tikin í álvara. Eg føli við tær og tonki at tað má kennast sum at hann slet ikki tekur teg í álvara, og tað er ordiliga keðiligt fyri teg, tí tað kann gera tað at tú kemur til at føla at tú ikki ert nakað verd ella at tú ikki følir at hann leggur nakað í teg. Tá man er ungur hevur man eisini tendens til at verða nokk so sárbærur og man hevur eisini brúk fyri at verða hoyrdur og sæddur av sínum kæru.
Tú sigur eisini at tú ikki hevur fortalt nøkrum um at pápi tín happar teg. Eg vænti at tað kann verða ein av grundunum til at tú hevur tað ringt. Ì tí sambandi hugsi eg at tað hevði kanska verið smart um tú segði tað við onkran vakskan. Tá man verður happaður so kann man fáa tað ordiliga ringt við seg sjálvan og tað gongur útyvir sjálvsáliti og sjálvsvirði, og tað kann gera tað at man ikki hevur hug til at liva longur. Og tá man verður happaður av sínum egna pápa so er tað faktiskt verri enn um man blívur happaður av onkrum øðrum persóni sum man ikki er í familju við og ikki kennir so væl, eg rokni við at tú veist at tað er skeivt av pápa tínum at happa teg og at pápar eiga ikki at happa men verða góðir við síni børn og rósa teimum og bakka tey upp.
Nú veit eg ikki hví tú ynskir at doyggja ella hví tú sker teg, men onkuntíð er tað í veruleikanum ikki tað at man ynskir at doyggja (og tað sigur tú eisini sjálv í brævinum at tú nú ert glað fyri at sjálvmorðs royndin ikki eydnaðist). Men í veruleikanum haldi eg onkursvegna at tey sum hava roynt tað sama sum tú, hava gjørt tað meira fyri at geva seg til kennar, altso eitt neyðarróp, og tí man hevur pínu innií og vil gjarna hava hjálp. Og tað er kanska eisini tí tú sker teg, tí tú gjarna vilt úttrykkja pínuna sum tú hevur í sálini. Tað kann eisini verða at tú hevur eina heilt aðra grund enn tað sum eg nevni, sum eg ikki veit um. Men tað sum er ordiliga gott í tínum lívið er sum tú sigur at tú hevur ein góðan sjeik, so hevur tú í øllum førum okkurt gott í tínum lívið.
Eg haldi at tað allarbesta hevði verið um tú segði pápa tínum hvussu tú hevur tað tá hann happar teg. Men um tú ikki klárar tað so haldi eg at tú kundi sagt onkrum øðrum vaksnum tað, hvussu við mammu tíni? Ella Heilsusystrini ella sálarfrøðinginum? Er ongin sum tú kundi sagt hetta fyri í trúnaði? Haldi tað kann hjálpa at tosa við onkran um tað sum skilur og sum ikki sigur tað víðari um tú ikki ynskir tað. Tað er sera umráðandi at tú fært tosa við onkran um hetta sum tú kanst líta á.
Eg haldi at tað er ordiliga gott at tú skrivaði bræv til okkum og eg hopi at tað fer at ganga betri hjá tær og at tú kanst finna útav hvønn tú kanst tosa við um tínar veruligu trupuleikar sum tú hevur innií. Eg rokni við at tað sum tú treingir til er at styrkja sjálvsvirði og tað kann ein sálarfrøðingur hjálpa tær við, soleiðis líka mikið hvat nakar sigur so veist tú at tú ert góð nókk sum tú ert. So miss ikki mótið, men sig frá hvusu tú veruliga hevur tað og set orð á tað sum veruliga plágar teg.
Alt tað besta
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…