Eg eri liðug við at vera her. lívi blívur bara verri og verri og nú eri eg komin til tað staðið at eg føli at eg má drepa meg sjálva. eg havi skorið meg í 4 ár men eg eri steðga. eg eri heldur byrja uppa at snús, roykja, vape’a og drekka. eg klári ikki at liva uppá hendan mátan. eg eri eitt reyvarhol í skúlanum men tað er ikki tí at eg sjálv vil tað. eg hati at fara heim og vita tað at ongin dámar meg. eg eri grót seriøst um at drepa meg sjálva tí eg dugi ikki at fáa mær hjálp. eg mátti bara koma út við hesum.
Góða tú
Takk fyri brævið, og vónandi hjálpir tað at koma út við hesum upp á hendan mátan, tí tað ljóðar eitt sindur tungt at vera tú.
Sum tú nokk veitst, so loysir tað ongar trupulleikar at taka lívið av sær, og tí vóni eg, at tú hevur slept teimum ætlanunum. Men eg haldi, at tú skalt fáa tær hjálp, tí tú stendur við nógvum beint nú. Tú kanst fara til heilsusystrina á skúlanum, ella tosa við onkran annan vaksnan, ið tú hevur álit á. Um tú ikki vilt ta, so haldi eg, at tú skalt royna at ringja til Tú og Eg Ráðgevingina hjá Barnabata á tlf. 116 111 – hon er opin mánadag til fríggjadag kl. 10-16 og aftur kl. 20-22. Tú behøvist ikki at siga, hvør tú ert, um tú ikki vilt tað. Men tað kann vera ein annar góður máti at koma út við tí, sum tú stendur í, og samstundis fáa góð ráð til, hvat tú kanst gera við tað.
Alt tað besta til tín.

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg